Munurin millum rættingarnar hjá "Nólsoyar Páll"

Content deleted Content added
Diupwijk (kjak | íkøst)
s pekar till Tjaldur
No edit summary
Linja 7:
Seinni kom hann sær til [[Keypmannahavn]]ar og lærdi seg tað, sum í restaði. So slapp hann sær út í stóru verð. Eingin visti reðiliga, hvar hann fór. Tá eini 12 ár eru liðin, er hann aftur heima í [[Føroyum]], hann kom rætt sum undan kavi. Hann giftist sama árið úti í [[Nólsoy]]. Og longu árið eftir fær hann skip at føra. Tað er skip, sum kongligi handilin eigur, og sum siglir millum [[Danmark]] og Føroyar. Konan doyði skjótt. Hann giftist á øðrum sinni, og nú fær hann bóndagarð á Oyri á Borðoynni, seinni á [[Myrkjanoyri]]. Og so væl royndist hann sum bóndi, at hann fekk heiðursløn í silvuri fyri framúr góðan bóndaskap. Men havið dró. Hann kundi ikki geva seg til tols uppi á landi. Á sølutingi í [[Suðuroy]] keypti Nólsoyar Páll, saman við Peri bónda í Gørðum og Jákupi bónda í [[Toft]]um, burtur av rovum av skipum, ið vóru farin á land, og flutti hetta úr [[Hvalba]] til Vágs. Á [[Fløtan Fríða|Fløtuni Fríðu]] bygdu teir av hesum tilfari eitt skip, ið teir nevndu [[Royndin Fríða|Royndina Fríðu]]. Tað var í [[1804]]. Hetta var fyrsta skip, føroyingar høvdu átt í øldir. Við skipi sínum ger Nólsoyar Páll, sum hann nú helst verður nevndur, handilsferðir til [[Keypmannahavn]]ar og [[Bergen|Bjørgvins]].
 
Teir, sum høvdu handilin í hondum, vóru ikki fegnir um handilsferðir hansara, og teir royndu at forða honum, alt teir kundu. Teir reistu m.a. sakarmál ímóti honum, men støða teirra var ikki mætari enn so, at hann eisini kundi stevna teimum fyri lógarbrot. Tað kom soleiðis einki burtur úr sakarmálinum. Men hann stuttleikaði sær so um teir høgu harrarnar, at hann yrkti ein tátt ella eitt kvæði um teir, [[Fuglakvæðið yngra|Fuglakvæði]] tey nevna. Tað var ikki lukkuligt at nevna teir høgu harrarnar við navni, men hann var so beinrakin í sínum [[Fuglur|fuglanøvnum]], at eingin var í iva um, hvar og hvør, og fólk stuttleikaðu sær óført og gera tað enn. Sjálvur var hann fuglin í fjøruni við sínum nevi reyða, hann var [[Tjaldur|tjaldrið]], ið vardi smáfuglarnar móti rovfuglunum. Hesi árini vóru ófriðarár. Kríggj var og bardagi á landi og sjógvi. Tá ið Nólsoyar Páll í árinum [[1807]] var komin til [[Danmark]]ar eftir kornfarmi, kom hin [[Stóra Bretland|bretski]] herskipaflotin har og fór avstað við øllum teimum donsku orlogsskipunum. Nólsoyar Páll heitti á bretska yvirmannin um loyvi at sigla til [[Føroya]] við farminum, og tað varð játtað honum. Hann kom í øllum góðum heim og legði farmin upp á land í [[Suðuroy]]nni. Tað var skjótt, at korntrot gjørdust aftur, og summarið eftir fór Nólsoyar Páll avstað aftur til [[Keypmannahavn]]ar eftir korni.
 
Á heimleiðini varð Royndin Fríða tikin av [[Stóra Bretland|bretskum]] herskipi og førd til [[Svøríki]], har hon fór á land og gjørdist vrak. Nólsoyar Páll slapp sær so yvir til [[Stóra Bretland]]s og klagaði um ta ringu viðferð, hann hevði fingið. Har fekk hann farm og skip av nýggjum og legði í havið. Men henda ferðin kom at vera hansara seinasta. Skipið kom ikki fram, og einki spurdist, hvat ið orsøkin var til tess. Fólk gittu, men einki kundu sigast við vissu. Korntunnur av skipi hansara komu rekandi til [[Hetland]]s. Tað var alt, ið spurdist frá teimum. Nólsoyar Páll og menn hansara vóru allir farnir í ta vátu grøv. Men føroyingar kundu ikki bara gloyma stórmennið Nólsoyar Páll. Og á Fløtuni Fríðu suðuri í [[Vágur|Vági]] er reistur minnisvarði um tað bragd, hann saman við øðrum útinti.
Linja 14:
* Bróður: [[Jacob Nolsøe]].
* [[1804]] - [[Royndin Fríða]].
* [[1806]]-[[1807]] - [[Fuglakvæðið yngra|Fuglakvæði]].
 
== Ávísing úteftir ==