Munurin millum rættingarnar hjá "Portugal"

Content deleted Content added
PixelBot (kjak | íkøst)
s r2.6.4) (bottur broytur: na:Portsiugar
Linja 29:
'''Portugal''' ella '''Portugál''' ([[Portugisiskt mál|portugisiskt]]: ''República Portuguesa'') er lýðveldi í [[Evropa]]. Lýðveldið fevnir eisini um um partvíst sjálvstýrandi oyggjabólkarnar [[Azorurnar]] og [[Madeira]]. Ferðavinnan hevur stóran [[Búskapur|búskaparligan]] týdning, helst á [[Algarvestrondini]]. [[Høvuðsstaður]] er [[Lisboa|Lissabon]], og londinum hevur umleið 11 millionar íbúgvar. Aðrir åstórir býir er [[Porto]], [[Faro]], [[Beja]] og [[Portalegre]]. Portugal hevur bara mark við [[Spania]]. [[Mál|Høvuðsmálið]] er [[Portugisiskt mál|portugisiskt]].
 
== Søga == er
 
Portugal, sum var mæt siglingartjóð og átti [[Hjáland|hjálond]] í [[Afrika]], [[Suðuramerika]] og [[Asia]], fekk sjálvræðið aftur í [[1640]], og hevði tá verið undir [[Spania]] í 60 ár. [[José kongur]] í Portugal setti [[Markisur í Pombal|Sebastian de Carvalho]] (seinni [[Markisur í Pombal]]) í høgt embætisstarv í [[1750]] og sum forsætisráðharra í [[1756]]. [[Markisur í Pombal|Pombal]] var helst kendasti politikarin í Portugal í nýggjari tíð. Hann stýrdi í stívliga 20 ár og nýskapaði portugisiska [[Búskapur|búskapin]], herin og skúlaverkið, styrkti ídnaðin, skapaði menning í [[Hjáland|hjálondunum]], skerdi vald aðalsmanna, steðgaði inkvisitiónini og rendi jesuittarnar av landinum. Men hann stýrdi harðliga og fór ikki fram við mýkindum ímóti mótstøðumonnum sínum. Tá ið [[José kongur]] doyði í [[1777]], varð [[Markisur í Pombal|Pombal]] settur frá.
Linja 37:
Í [[1800-árini|1800-árunum]] fluttu nógvir portugisar til [[Brasilia]], og eftir [[seinni heimsbardagi|seinna heimsbardaga]] fluttu nógvir til [[Frakland]]s og [[Týskland]]s. Samstundis eru nógvir portugisar fluttir aftur til Portugals frá [[Afrika|afrikansku]] hjálondunum.
 
Fyrst í [[15. øld]] stovnaðu portugisar sjómansskúla, og ta øldina og næstu hildu portugisiskir sjófarar um allan heim og løgdu landøki undir Portugal í [[Asia]], [[Afrika]] og [[Suðuramerika]]. Frá [[1932]] til [[1986]] stýrdi einaræðisharrin [[Olivera Salazar]] landinum, men eftir hernaðarkvett í [[1974]] tók herurin seg heilt burtur úr politikki. Portugal gjørdist limur í [[ES]] [[1986]], men er enn eitt av fátakastu londunum í [[Evropa|Vesturevropa]]. Ferðavinnan hevur stóran búskaparligan týdning, helst á [[Algarvestrondini]].
 
== Fólkið ==