Munurin millum rættingarnar hjá "Livar Nysted"

Content deleted Content added
s →‎Trífaldur FM vinnari í føroyskum kappróðri: Rætting, tað skuldi standa "... er ikki við umborð..."
Setti mynd inn av 10-mannaførum, har Eysturoyingur er ein av bátunum
Linja 11:
 
=== Fyrstu royndirnar innan havrógving í 2003 og 2005 ===
[[Mynd:Nevid Reyda and Beinta Faroese Rowing Boats.jpg|thumb|Nevið Reyða, 6-mannafar hjá [[Klaksvíkar Róðrarfelag]]. Livar er ikki við umborð á hesi myndini, sum var tikin á jóansøku 2011. Livar vann FM við Nevinum Reyða 10 ár áðrenn, í 2001.]]
Í [[2003]] gjørdu Livar og nakrir aðrir føroyingar eina roynd at rógva til [[Hetland]]s í føroyskum árabáti. Tað gekk ikki eftir vild, og teir máttu gevast eftir 24 tímar. Hetta var fyrstu ferð, at Livar royndi veruliga havrógving millum lond. Í juli [[2005]] royndi Livar aftur at gera henda túrin, tó ikki við somu manning sum í 2003. við føroyska kappróðrarbátinum Havrenningi, teir vóru fýra menn ið róu henda túrin. Ongin annar hevði fyrr róð úr Føroyum til Hetlands í kappróðrarbáti. [[Ove Joensen]] rói henda teinin í báti, men tað var ikki kappróðrarbátur. Teinurin, ið Livar og teir skuldu rógva var 180 fjórðingar úr [[Klaksvík]] til [[Aith]] í [[Hetland]]i. Túrurin royndist betri enn í 2003, men teir komu ikki allan vegin fram til [[Hetland]]s. Átjan fjórðingar úr landi, tá teir sóu land, var veðrið so ótespuligt og aldan so høg, at teir vóru noyddir at biðja MRCC støðina í [[Føroyar|Føroyum]] um hjálp, teir spurdu MRCC um teir kundu fáa bát úr [[Hetland]]i at fylgja teimum síðsta teinin, fyri at vera á tryggu síðuni. Skipið frá Shetland Coastguard sum kom ímóti teimum fyri at hjálpa teimum hevði tó ikki tíð til at fylgja teimum meðan teir sjálvir róðu, so teir fingu tvinnir kostir í at velja, antin at halda fram uttan hjálp ella at verða sleipaðir inn av skipinum Charles Lidbury hjá Hetlendsku sjóverjuni. Eftir at teir fýra høvdu tosað um hvat ið teir skuldu gera, valdu teir tryggu loysnina. Túrurin lærdi teir nógv, og teir fingu nógvar góðar og spennandi upplivingar. T.d. svam bóghvítuhvalur beint framvið borðinum á Havrenningi. Einferð fingu teir heita súpan frá manningini á Draganum, ein dagin fingu teir heit seyðarhøvd og eplir frá bátinum Turið úr [[Suðuroy]]. Ein dagin komu teir mitt ímillum tveir partrolarar, men alt spældi væl av.<ref>[http://www.trip.fo/tururin+til+hetlands+i+2005.html Trip.fo, Túrurin til Hetlands í 2005]</ref>
 
=== Trífaldur FM vinnari í føroyskum kappróðri ===
[[Mynd:NevidKapprodur Reydajoansoka and2010 Beinta- Faroese10-mannafor Rowing Boatsmenn.jpg|thumb|NeviðKappróður Reyða, 6-mannafar hjáá [[Klaksvíkar RóðrarfelagJóansøka|Jóansøku]]. Livar2010, er10-mannafør. ikkiGuli viðbáturin umborð á hesier myndiniEysturoyingur, sum var tikin á jóansøku 2011. Livar vann FM við Nevinum Reyða 10 ár áðrenn, í 20012007.]]
Livar Nysted hevur tríggjar ferðir vunnið FM heitið í [[Kappróður í Føroyum|kappróðri]] í [[Føroyar|Føroyum]], tað var í 2001, 2004 og 2007.<ref>[http://www.oceanrowevents.com/index.php?page=crew OceanRowEvents.com, Artemis Ocean Rowing, THE ARTEMIS NORTH ATLANTIC CHALLENGE 2010, The Team.]</ref>
*2001 FM vinnari við [[Nevið Reyða|Nevinum Reyða]], 8-mannafør menn, [[Klaksvíkar Róðrarfelag]]