Munurin millum rættingarnar hjá "Livar Nysted"

Content deleted Content added
Skrivaði meira tekst + útvortis ávísingar
Linja 1:
'''Livar Nysted''' (føddur 1970) úr [[Hvannasund]]i er [[Føroyar|føroyskur]] havrógvari, sum gjørdist kendur í [[Føroyar|Føroyum]] og kring heimin, tá hann saman við [[Leven Brown]], skipara, [[Don Lennox]] og [[Ray Carroll]] setti tvey nýggj heimsmet, tá teir róu tvørtur um [[Norður Atlantshavið]] vit bátinum [[Artemis Investments]] úr [[New York]] í [[USA]] til St. Mary í [[Scilly Oyggjarnar|Scilly Oyggjunum]], tað gjørdu teir á sumri 2010.<ref>[http://aktuelt.fo/grein/nu_fer_livar_avstad_aftur Aktuelt.fo, Nú fer Livar avstað aftur]</ref> Livar er boðin við á nýggja ævintýraferð, hesaferð gongur leiðin tvørtur um [[Indiska havið]], teir skulu rógva úr [[Perth]] í [[Avstralia]] til [[Afrika]] við bátinum ''Sara G''.<ref>[http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2011/08/19/Livar%20Nysted%20fyrireikar%20t%C3%BAr%20yvir%20Indiskahavi%C3%B0 Kringvarp.fo, Livar Nysted fyrireikar túr yvir Indiskahavið]</ref> Teinurin ið rógvast skal er 7000 km.<ref>[http://www.youtube.com/watch?v=R6Qh1rCvIZo Filmur á YouTube, My life as a rower 2, eftir Livar Nysted]</ref> Umframt at vera havrógvari er Livar eisini sjómaður, fór til sjós longu 15 ára gamal. Hann hevur tikist við annan ítrótt enn rógving, hann hevur spælt flogbólt og íðka judo. Harumframt fæst Livar eisini við listamáling. Havið er mest nýtta myndaevnið, tá Livar málar.<ref>[http://www.nordlysid.fo/Default.aspx?ID=42&Action=1&NewsId=2889&M=NewsV2&PID=1613 Nordlysid.fo, Vit eru stolt av at eiga teg Livar], Røðan sum Veronika Petersen, borgarstjóri helt fyri Livar Nysted á móttøku í Hvannasundi tann 5. august 2010</ref>
 
== Lívsleiðin innan rógving ==
 
=== Setti tvey heimsmet í 2010 ===
Livar Nysted, [[Don Lennox]], [[Leven Brown]] og [[Ray Carroll]] settu tvey heimsmet, tá teir róðu úr [[New York]] til [[Scilly Oyggjarnar]] í [[Stóra Bretlandi]] í juli 2010. Fyrra metið settu teir [[29. juni]] [[2010]], tá teir róðu 188 km á 24 tímar, metið var fyri strekkið róð uppá eitt døgn fyri bátar við 4 rógvarum. Gamla metið var 178 km (111 míl) - Nýggja metið í Livar, Leven, Ray og Don hava sett er 188 km (117 míl). Heimsmetið er galdandi fyri Norður Atlanshavið.<ref>[http://www.trip.fo/news-nytt+heimsmet+sett.htm Trip.fo, Nýtt heimsmet sett!]</ref>
Seinna heimsmetið settu Livar og teir, tá teir komu til Scilly Oyggjarnar 31. juli 2010, ferðin úr [[New York]] til [[Scilly Oyggjarnar]] tók teimum 43 dagar, 21 tímar og 26 minuttir. Tveir norðmenn áttu gamla metið, sum teir settu 114 ár áðrenn Artemis við Livari Nysted, Brown, Lennox og Carrol. Norðmenninir [[George Harbo og Frank Samuelson]] róðu sama teinin á 55 dagar og 13 tímar, tað var í 1896.<ref>[http://www.bbc.co.uk/news/uk-england-cornwall-10826583 BBC.co.uk, Artemis rowing crew smashes transatlantic record]</ref>
 
=== Ein roynd at rógva um Atlantshavið við La Mondiale í 2009 ===
Livar Nysted var ein av manningini umborð á róðrarbátinum La Mondiale, sum gjørdi eina roynd at rógva tvørtur um Suður Atlandtshavið. Teir noyddust at gevast, tí at róðrið brotnaði.
 
=== Fyrstu royndirnar innan havrógving í 2003 og 2005 ===
Í [[2003]] gjørdu Livar og nakrir aðrir føroyingar eina roynd at rógva til [[Hetland]]s í føroyskum árabáti. Tað gekk ikki eftir vild, og teir máttu gevast eftir 24 tímar. Hetta var fyrstu ferð, at Livar royndi veruliga havrógving millum lond. Í juli [[2005]] royndi Livar aftur at gera henda túrin, tó ikki við somu manning sum í 2003. við føroyska kappróðrarbátinum Havrenningi, teir vóru fýra menn ið róu henda túrin. Ongin annar hevði fyrr róð úr Føroyum til Hetlands í kappróðrarbáti. [[Ove Joensen]] rói henda teinin í báti, men tað var ikki kappróðrarbátur. Teinurin, ið Livar og teir skuldu rógva var 180 fjórðingar úr [[Klaksvík]] til [[Aith]] í [[Hetland]]i. Túrurin royndist betri enn í 2003, men teir komu ikki allan vegin fram til [[Hetland]]s. Átjan fjórðingar úr landi, tá teir sóu land, var veðrið so ótespuligt og aldan so høg, at teir vóru noyddir at biðja MRCC støðina í [[Føroyar|Føroyum]] um hjálp, teir spurdu MRCC um teir kundu fáa bát úr [[Hetland]]i at fylgja teimum síðsta teinin, fyri at vera á tryggu síðuni. Skipið frá Shetland Coastguard sum kom ímóti teimum fyri at hjálpa teimum hevði tó ikki tíð til at fylgja teimum meðan teir sjálvir róðu, so teir fingu tvinnir kostir í at velja, antin at halda fram uttan hjálp ella at verða sleipaðir inn av skipinum Charles Lidbury hjá Hetlendsku sjóverjuni. Eftir at teir fýra høvdu tosað um hvat ið teir skuldu gera, valdu teir tryggu loysnina. Túrurin lærdi teir nógv, og teir fingu nógvar góðar og spennandi upplivingar. T.d. svam bóghvítuhvalur beint framvið borðinum á Havrenningi. Einferð fingu teir heita súpan frá manningini á Draganum, ein dagin fingu teir heit seyðarhøvd og eplir frá sumbiarbátinum Turið. Ein dagin komu teir mitt ímillum tveir partrolarar, men alt spældi væl av.<ref>[http://www.trip.fo/tururin+til+hetlands+i+2005.html Trip.fo, Túrurin til Hetlands í 2005]</ref>
 
=== Trífaldur FM vinnari í føroyskum kappróðri ===
Livar Nysted hevur tríggjar ferðir vunnið FM heitið í [[Kappróður í Føroyum|kappróðri]] í [[Føroyar|Føroyum]], tað var í 2001, 2004 og 2007.<ref>[http://www.oceanrowevents.com/index.php?page=crew OceanRowEvents.com, Artemis Ocean Rowing, THE ARTEMIS NORTH ATLANTIC CHALLENGE 2010, The Team.]</ref>
*2001 FM vinnari við [[Nevið Reyða|Nevinum Reyða]], 8-mannafør menn
*2004 FM vinnari við [[Sundabáturin|Sundabátinum]], 6-mannafør menn
*2007 FM vinnari við [[Eysturoyingur, 10-mannafar|Eysturoyingi]], 10-mannafør menn
 
== Keldur ==
Line 15 ⟶ 24:
== Útvortis ávísingar ==
*[http://www.trip.fo/ Trip.fo, "Við árum um Atlantshavið", heimasíðan hjá Livar Nysted um ferðir hansara um heimshøv]
*[http://www.youtube.com/watch?v=R6Qh1rCvIZo My life as a rower 2]
 
[[Bólkur:Føðingar í 1970-árunum]]
[[Bólkur:Føroyskir ævintýrarar]]
[[Bólkur:Havrógvarir]]
[[Bólkur:Føroysk listafólk]]