Munurin millum rættingarnar hjá "Norðoyatunnilin"

Content deleted Content added
Arne List (kjak | íkøst)
s commons
No edit summary
Linja 11:
[[en:Norðoyatunnilin]]
<!--[[sv:Norðoyatunnilin]]-->
Um tunnilin
 
 
Ítøkiligu ætlanirnar at gera fast samband millum Borðoy og Eysturoy við tunli undir Leirvíksfirði eru rættiliga gamlar. Longu í 1988 gjørdi Landsverkfrøðingurin seismiskar kanningar í Leirvíksfirði í sambandi við hesa farleið. Árið fyri hevði verkfrøðingurin á Landverkfrøðinginum, Heini Olsen, gjørt eina leystliga heildarætlan um, hvar undirsjóvartunlar kundu vera gjørdir.
 
At royndir vórðu tiknar í Leirvíksfirði longu í 1988 staðfestir, at hildið hevur verið, at tað mundi fara at loysa seg at fremja júst hesa ætlanina. Fimtan ár eftir fyrstu ítøkiligu kanningarnar er farið undir at gera nýggju farleiðini, ið knýtir saman Norðuroyggjar og Eysturoy.
 
Í septembur í 2003 fór NCC undir at gera atkomuvegin eysturoyarmegin. Í Leirvík verður borurin settur í í desembur 2003. Borðoyarmegin verður farið undir vegagerð eftir árslok í ár. Tíðarætlanin sigur, at sett verður á at bora tímegin í mars 2004.
 
Tilsamans fer tunnilsarbeiðið at kosta 355 milliónir krónur. Kostnaðurin verður endurskoðaður, tá ið øll tilboð eru komin. Landið rindar 235 milliónir við partapeningi, ið verður goldin fram til 2005. Tað, ið eftir er, verður fíggjað við nýtslugjaldi. Pf. Norðyatunnilin eigur og rekur tunnilin, til hann er goldin. Tá fellur hann til landið.
 
Tunnilin verður 6,3 kilometrar til longdar. Djúpasta punktið verður 150 metrar undir havyvirflatanum. Mesta hall verður umleið 6%.
 
Sambært fyribils metingum verður koyrandi um Leirvíksfjørð miðskeiðis í 2006.
 
 
Kelda www.tunnil.fo