Munurin millum rættingarnar hjá "Norðskáli"

Content deleted Content added
HRoestBot (kjak | íkøst)
s r2.6.5) (bottur leggur aftrat: ro:Norðskáli
No edit summary
Linja 10:
}}
 
'''Norðskáli''' er ein bygd í [[Eysturoy]]. Norðskáli er rættiliga gomul bygd, helst gongur [[søga]]n nakað aftur í [[miðøldmiðøldin]]inaa. Hon er minsta markatalsbygd í landinum, bert 4 merkur. Hetta bar í sær, at í tí longu tíðini, meðan jørðin var avgerðandi lívsgrundarlagið, kundu bert fá fólk lívbjarga sær á staðnum. Ymiskt bendir á, at fyrstu, fáu, búfólkini bert hava støðast har í styttri tíð í senn, hava verið uppisitarar í nøkur ár, og eru so flutt aftur til heimbygdina. Tá loyvt varð at leggja inn gerði, gjørdist grundarlag fyri einum størri fólkatali.
 
Upprunaligi bøurin liggur frá [[Stórá]] og norður á [[Garðar]]. Í hesum samanhangi skulu vit eisini síggja elsta býlingin í bygdini, [[Reynið]] og [[Tøðuna]]. Navnið [[Garðsendi]] ber boð um, at hetta var markið norðureftir. Hetta sæst eisini týðiliga á eini tekning frá [[1789]], ið ein av luttakarunum á kanningarferðini hjá [[Skotland|skotanum]] [[Stanley]] gjørdi ein summardag, tá ið teir róðu av [[Hvalvík]] og norður til [[Eiði]]s. Menn hava tó ikki bert dúvað uppá jørðina, men róð út við smærri bátum, tá ið líkindi vóru til tað. Seinni hevur bygdin breitt seg norðureftir og suðureftir, væl suður um hagamarkið móti [[Oyri]].