Munurin millum rættingarnar hjá "Sandur"

Content deleted Content added
EmausBot (kjak | íkøst)
s r2.6.4) (bottur broytur: he:סאנדור (איי פארו)
No edit summary
Linja 14:
}}
 
[[Sandur]] er onnur av teimum stóru bygdunum í [[Sandoy]]nni. Sandur er ivaleyst ein av elstu bygdunum í [[Føroyar|Føroyum]], hon er grundað í [[Víkingaøld í Føroyum|víkingatíðini]] um ár [[825]]. Landnámsmenn, ið tóku land her, vóru [[Noreg|norskir]] [[Víkingur|víkingar]]. Sandur er eisini størsta markatals bygd, saman við [[Hvalba]]. Á sandi er sandur við einastu mølheyggjum í [[Føroyar|Føroyum]]. Sandurin á Sandi er sera vælegnaður til eplavelting.
 
[[Sands kirkja|Kirkjan á Sandi]] er sera áhugaverd, tí har hava nógvar kirkjur staðið á sama stað, undan hesari, tann fyrsta varð bygd um ár [[1100]]. Ungmannafelag var stovnð í [[1923]], og felagshús teirra varð bygt í [[1953]], og eitur tað Virkið. Tað er síðani umbygt og víðkað og sett í tíðarhóskandi stand.
Linja 20:
Í [[1988]] vóru eini eldri sethús, [[Norðara Koyta]], sett í stand, og hetta hús verður nú nýtt til bygdarsavn. Sands fornminnissavn eigur húsini, somuleiðis eigur felagið eisini gamla handilin á Grótteigum, ið [[Jóhan Mortensen]] á [[Tvøroyri]] læt byggja, beint eftir at fríhandilin var komin til [[Føroyar|Føroya]].
 
Einans á Sandi eru rættiligir sandheyggjar. Teir nevnast ''mølheyggjar''. Mølheyggjar eru vorðnir til í einum samspæli ímillum sand og plantuvøkstur, ið verður førdur á staðið við vindinum. Fyritreytin fyri, at sandheyggjar kunnu koma í, er, at nóg nógv er til av sandi, og at tey [[Plantur|plantusløgini]], ið kunnu geva lívd, eru til staðar, soleiðis at sandurin, ið leggur seg uttan um planturnar, verður bundin við teirra rótgreining.
Á sandi er sandur við einastu mølheyggjum í [[Føroyar|Føroyum]].
 
== Sagnir ==