Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyskt mál"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 338:
 
=== Hjáorð ===
 
Adverbium merkir "tað, sum er lagt aftur at verbinum", sum í mongum [[Mállæra|mállærum]] nú á døgum verður mett sum hornasteinurin í einum setningi. Adverbium er sum so mangt annað av [[Latín (mál)|latínskum]] uppruna. Hetta heitið er vorðið til okkara "hjáorð". Hesin orðaflokkurin fevnir um [[orð]], sum á ein ella annan hátt greiðari lýsa ta merking, sum eitt sagnorð hevur. Vit kunnu t.d. spyrja "Hvar er hon?". Og svara "hon er har". Ella vit kunnu spyrja "nær fer hann?". Og svara "hann fer nú". Vit kunnu spyrja "Hvussu livir barnið?". Og svara "barnið livir væl". Hesi orðini: væl, nú, har, eru hjáorð. Hjáorð eru smáorð, ið sett verða hjá [[sagnorð]]um. Men hjáorðini hava eisini eina rúmari merking enn bert at vera knýtt at einum sagnorði. Tey kunnu saktans verða knýtt at einum lýsingarorði (tann ''sera'' ídni næmingurin kom tíðliga), einum øðrum hjáorði (tann sera ídni næmingurin kom ''ov'' tíðliga), einum navnorði (''bara'' næmingar møttu upp) ella einum talorði (''bert'' ein næmingur kom nóg tíðliga). Summi hjáorð bendast, men bara í stigum. Merkingin, sum hjáorðini hava, er fjøltáttað. Teirra uppgáva er at lýsa eitt einstakt orð, sum oftast er umsøgnin, men kunnu tey eisini lita allan setningin.
 
Vit býta hjáorðini í 6 bólkar - lýsingarhjáorð, kunningarhjáorð, munarhjáorð, spurnarhjáorð, tíðarhjáorð og staðarhjáorð. Tíðarhjáorð siga okkurt um tíðina og svara spurninginum ''nær''. Tey eru til dømis síðan, tíðliga, altíð, nakrantíð. Staðarhjáorð siga okkurt um stað ella støð og svara spurningum, ið byrja við ''hvar'': ''hvaðani'', ''hvaðan''. Tey verða vanliga skift sundur í 3 bólkar. [[Orð]], ið lýsa rørslu frá ávísum staði (eg fari ''hiðani''). Orð, ið lýsa rørslu móti ávísum staði (Per kemur ''higar''). Og orð, ið lýsa staðið, har okkurt er ella hendir (hon er ''her''). Spurnarhjáorð verða nýtt, tá ið spurt verður um eitthvørt. Tey eru til dømis nær, hví, hvaðan, hvussu. Munarhjáorð verða nýtt, tá ið mett verður um mun á onkrum, og tá ið sagt verður frá, hvussu okkurt hendir í mun til annað. Tey eru til dømis óbeinleiðis, ókeypis, bráðfeingis, ovurhonds, øðrvísi. Mong orð, ið enda við "andi", eru munarhjáorð, til dømis skínandi ella líðandi. Kunningarhjáorð nýta vit mest, tá ið vit kunna um eina støðutakan, tá ið vit annaðhvørt játta ella nokta. Tey eru til dømis tíverri, ivaleyst, álvaratos, tíbetur. Lýsingarhjáorð eru hjáorð, ið eru myndað úr lýsingarorðum. Nøkur lýsingarhjáorð eru skjótt, beint, hart, lítið, heilt.
 
=== Fyrisetingarorð ===
Line 363 ⟶ 367:
 
=== Sambindingarorð ===
 
Sambindingarorð knýta [[orð]], heildir, liðir og setningar í málinum saman á ein ella annan hátt. Konjunksjón er sett saman av tveimum orðum, einum forskoyti "con", ið merkir tað sama sum okkara "sam"/"saman", og [[navnorð]]inum "iuncio", sum merkir tilknýti/samband. Føroyskt hevur tvey sløg av sambindingarorðum : tey javnskipandi- og undirskipandi sambindingarorðini. Javnskipandi sambindingarorð binda saman heildir, orð ella setningar, ið hava sama virði. Til dømis annaðhvørt, hvørki, men, ella, bæði. Tey kunnu knýta tveir liðir saman til eina heild, í hesum føri verður serliga hugsað um tað vanligasta sambindingarorðið, ið hevur henda eginleika: "og". Tveir setningar ella fleiri kunnu saktans vera knýttir hvør at øðrum, tó at teir ikki kunnu javnmetast málsliga. Tað vísir seg, at bert ein teirra hevur høvuðslutin, t.e. høvuðsetningurin, um ein ella fleiri setningar verða knýttir at honum. Eru fleiri setningar, kann hetta greidligast berast saman við eina kinverska eskju, har hvør setningur lagar seg eftir øðrum. Orsøkin til hetta fyribrigdi eru tey undirskipandi sambindingarorðini. Tey eru sera ymisk, og tí er neyðigt at bólka tey. Annar bólkurin ger, at eykasetningarnir eru navnorðskendir, hin byrjar hjáorðskendar eykasetningar.
 
=== Miðalvarpingar ===
Line 369 ⟶ 375:
 
== Orðatilfeingi ==
[[Mynd:Compact_disc.svg|thumb|right|220px|Tá ið hetta plátuslagið, sum eitur "Compact disc" á [[Enskt mál|enskum]], var nýkomið, sóknaðist tíðindamaður eftir føroyskum heiti á tí. Uppskot málstovnsins var ljómfløga, ella stuttformurin fløga í vanligari talu.]]
 
[[Orð]]atilfeingið í okkara máli er komið ymsastaðni frá og til ymsar tíðir. Stórur partur er arvaður frá okkara ættfedrum, tað eru ikki innflutt orð, men orð, sum hava verið nýtt her á landi so leingi, sum hetta [[mál]]ið hevur verið okkum kunnugt, og tað merkir í eini túsund ár. Hetta er eina mest galdandi fyri tey mest nýttu orðini í málinum, orð, sum eru hvørjum menniskja kunnug, og sum hvørt menniskja nýir, orð sum til dømis "móðir" og "faðir", "vatn" og "jørð", "sita" og "liggja", "lítil" og "stór", "niður" og "opp", "ja" og "nei". Hesi arvorð eru, ið hvussu er, felags fyri øll tey [[Germansk mál|germansku málini]], hóast týdningur og snið broytast eitt sindur frá máli til máls. Øll hesi ár, hesi mál hava verið í nýtslu, er orðatilfeingið vorðið ríkari og ríkari, eisini tí at tað hevur tikið orð úr øðrum málum. Hesi orð kalla vit ''tøkuorð''.