Munurin millum rættingarnar hjá "Svínoy"

Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Linja 11:
}}
 
'''Svínoy''' hevur fingið navn av svínahaldi, sum var vanligt í [[Føroyar|Føroyum]] í víkingatíðini og inn í miðøldina. Eitt annað hugskot sigur, at "svín" í hesum førinum sipar til ein trýkant (sum í "svínafylking"), og kemst av skapinum á fjallinum [[Keldufjall]]. Svínoyggin stendur eins og [[Fugloy]]ggin bert av teimum ovastu basaltfláunum, og er jarfrøðiliga eitt áhugavert stað. Náttúran er sera fjølbroytt. Fram við sjóvarmálanum er bratt og illgongt, meðan tað omaná er slætt við stórum fløtum. Fuglameingið er fjølbroytt og nógv er til av heiðafugli. Føroya størsta koloni av Skúgvi finnist her. Eisini er plantulívið fjølbroytt og serstakt. Sjáldsami runnurin Baraldur veksur uppi á oynni.
 
Másin siglir úr [[Hvannasund]]i hvønn dag, eftir ferðaætlan. Tyrlan hjá [[Atlantsflog]] flýgur mikudag, fríggjadag og sunnudag. Ein lastbilur førir farm og ferðagóðs ímillum lendingina og bygdina. Arbeitt hevur leingið verið við at bøta um samferðsluna m.a. við at gera nýggja havn "yviri í Havn" og ein tunnil til Havnina. Politiskt hevur henda ætlan enn ikki fingið undirtøku.
Hon er nógv størri enn [[Fugloy]], 28 km², men liggur eisini langt burtur frá miðøkinum, so fólkatalið har er eisini nógv minkað.
 
Hon er nógv størri enn [[Fugloy]], 28 km², men liggur eisini langt burtur frá miðøkinum, so fólkatalið har er eisini nógv minkað.

[[11. juni]] [[2007]] varð kunngjørt, at [[Svínoyar kommuna]] verður løgd saman við [[Klaksvíkar kommuna|Klaksvíkar kommunu]] eftir komandi bygdarráðsval. Frá 1. janunar 2009 er Svínoy við í Klaksvíkar kommunu.
 
== Vinnuvegir ==
 
Størsta virksemið er í [[Landbúnaður|landbúnaðinum]], men í dag er bert seyðahald í oynni. Mjólkakvotan var seld ryi árið síðani. Afturat hesum eru tey alemnnu parttíðarstørvini m.a. hjá strandferðsluni, postverkinum, tyrlu avgreiðsa. Í dag eru eingin børn í oynni og harvið eingin skúli. Tað verður arbeitt við at økja um ferðavinnuna, og bygdafólk hava í umbúna, at fara undir virksemi til frama fyri ferðavinnu. Landbúnaður hevur møguleika at økjast og gerast meira fjølbroyttur um so er, at fortreytir vera skaptar fyri hesum. Økt framleiðsla innan fiskaaling er uppløgd, men talan kann eisini vera um aðrar nissju vinnugreinar, tó alt hetta treytað av, at tað verður lættari at føra vøru til og frá staðnum. Arbeitt verður við at byggja eitt røktarheim í oynni. Vónin er, at hetta fera at bøta um arbeiðsmøguleikan hjá kvinnum, og gera at tey gomlu ikki noyðast av oynni.
 
== Hammershaimb um Svínoy ==