Munurin millum rættingarnar hjá "Koltur"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 11:
}}
 
'''Koltur''' liggur í ein útnyrðing stutt frá [[Hestur|Hesti]], sum er minsta bygda [[oyggjar í Føroyum|oyggj í Føroyum]], 2,3 km² til víddar. Alt ferða- og flutningssamband við Koltur er við tyrluni hjá [[Atlantsflog]]. Hon flýgur mikudag, fríggjadag og sunnudag. Hesar dagar ber til at koma til [[Tórshavn|Havnar]] og aftur sama dag. Til ber at sigla til Kolturs, men av tí at atløguviðurskiftini eru sera vánalig, er tað ikki gjørligt at koma við báti higar uttan í góðum líkindum, tá tað er kyrt. Onki alment ferðasamband er sjóvegis. Koltur er eitt serliga náttúruvakurt stað, umhvørvið alt lýsir føroyska søgu og siðir fleiri árhundrað aftur í tíðina. Møguleikarnir fyri náttúruupplivingum eru stórir, bæði við útferðum í bjørg og haga, men eisini á slættlendinum við gomlu bygningarnar og í fjøruni við tí hvíta sandinum.
'''Koltur''' liggur í ein útnyrðing stutt frá [[Hestur|Hesti]], sum er minsta bygda [[oyggjar í Føroyum|oyggj í Føroyum]], 2,3 km² til víddar.
 
Har býr bert ein familja, sum hevur oynna í festi frá tí almenna. Umleið helvtin av Føroya jørð er almenn jørð, sum er býtt sundur í bóndagarðar, sum verða festir til ávísar bøndur. Ein av hesum gørðum er oyggin Koltur. Stórur partur av oynni er eitt høgt fjall, ið hevur givið henni navn, og navnið er av fornnorrønum uppruna, kemur av gamla orðinum ''koltr'', ið merkir fjallaknúkur. Koltur eins og Hestur er bygd longu í landnámstíð ella stutt eftir.