Munurin millum rættingarnar hjá "Bris"

Content deleted Content added
Quackor (kjak | íkøst)
sNo edit summary
No edit summary
Linja 23:
 
== Funktión ==
Brisið hevur í stóran mun bert tvær funktiónir í kroppinum; 99% av brisinum ger sodningarkveikar og brissevju, sum fara út í tólvfingurtarmin ígjøgnum wirsung kanalina. Brissevjan, saman við [[gall|gallinum]], frá [[livur|livrini]] niðurbróta feittevnir, sukurevnir og [[protein|proteinir]], sum koma frá magasekkinum. Hetta ger at tarmurin betri kann upptaka hesi evnini. Brissevjan er eisini ein [[lútur]], sum órinar [[sýra|sýruna]] frá magasekkinum.
 
Tað síðsta prosentið av brisinum er hormonframleiðandi vevnaður. Hesin vevnaður er í smáum oyggjum, sum verða kallaðar tær [[Langerhanskar oyggjar|Langerhansku oyggjarnar]]. Hesar kyknirnar framleiða hormonir sum regulera [[blóðsukur|blóðsukri]] í kroppinum. Tey mest umráðandi hormonini sum brisið ger er insulin og glukagon. Insulinið, sum verður gjørt í [[betakykna|β-kyknunum]] (beta-kykna), økir um sukurupptøkuna í ymsum kyknum; hjá t.d. [[vøddi|vøddakyknum]] tá ein íðkar ítrótt ella líknandi, og hjá livurkyknum har glukosan (eitt sukurevni) verður goymd sum [[glykogen]] í smáum goymslurúmum. Insulin tarnar samtíðis eisini útlátið av tilverandi goymslum av glykogeni. Insulin hevur eisini eina uppbyggjandi ávirkan á ymisk protein, og eina tarnandi ávirkan á niðurbrótingina av feitti og proteinum. Í stuttum tekur insulinið glukosu úr blóðinum og inn í kyknirnar, og av tí sama minkar konsentratiónin av glukosu í blóðinum (blóðsukri fellur). Hitt hormini, glukagon, sum verður gjørt í [[alfakykna|α-kyknunum]] (alfa-kykna) hevur uppá nógvar háttir øvuta ávirkan enn insulin, av tí at tað fær blóðsukri at hækka. Tað stimulerar livrina at frígeva glykogen goymslunar; glykogeni verður síðani aftur umgjørt til glukosu. Síðani stimulerar glukagon eisini útlátið av insulini, fyri at fáa kykninar í kroppinum at taka ímóti eitt sindur av glukosuni, ið tí hækkandi blóðsukrinum.