Munurin millum rættingarnar hjá "Jødadómur"

Content deleted Content added
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: mg:Jodaisma
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Star_of_DavidLeningrad_Codex_Carpet_page_e.svgjpg|thumb|right|150px200px|[[Dávidsstjørnan]].]]
[[Mynd:YarmulkeAndMenorah.jpg|thumb|right|200px|Á høgtíðini hanukka kveikja jødar ljós í staka, nevndur ''menora''.]]
'''Jødadómurin''' varð til um 2000 f.Kr., tá ið [[hebrear]] settu seg niður í tí, sum nú mest er [[Ísrael]]. Jødadómurin er upprunin at hinum báðum átrúnaðunum, ið bara hava ein gud, [[kristindómurKristindómur|kristindóminum]] og [[islam]]. Eingin ávísur maður verður sagdur at hava stovnað jødadómin, men [[Ábraham]] var fyrsti oddamaðurin. Halga bók teirra er jødiska [[Bíblian]] - [[Gamla Testamenti]]ð, og týdningarmest er [[Toran]] - tær fyrstu fimm [[Mósebøkur]]nar. Eftir jødajagstranirnar í [[Evropa]], stovnaðu [[jødar]]nir sítt egna ríki [[Ísrael]] í [[1948]], men enn búgva nógv flestu [[jødar]] víða um í heiminum. Teknið hjá jødum er sekshyrnta [[dávidsstjørnan]].
 
[[Jødar]] vænta, at sendiboð Guds, Messias, skal koma og bøta um lívkorini í heiminum. Messias skal endurstovna gamla kongsríki jøda. Ríkið fór til grundar í 6. øld f.Kr. Halga bók teirra er jødiska [[Bíblian]] - [[Gamla Testamenti]]ð, og týdningarmest er [[Toran]] - tær fyrstu fimm [[Mósebøkur]]nar. Eftir jødajagstranirnar í [[Evropa]], stovnaðu [[jødar]]nir sítt egna ríki [[Ísrael]] í [[1948]], men enn búgva nógv flestu [[jødar]] víða um í heiminum.
 
Átrúnaðarligur leiðari eitur ''rabbinari''. Hann lærir jødar lógirnar og leggur tær út. Rabbinarar granska og lesa tvær halgibøkur, [[Talmud]] og [[Tora]], sum eru skrivaður á bókarullur. Í Talmud stendur, hvussu jødar eiga at liva, og hvussu lógirnar eru at skilja. Retttrúgvandi jødar (ortodoksir) liva eftir skriftunum og halda tey mongu boðini til lítar. Boðini eru m.a. um [[Matur|mat]] og klædnabúna, til dømis er ikki loyvt at eta skeljadýr ella svínakjøt. Jødar, ið ikki eru "rætttrúgvandi", halda ikki boðini so strangliga.
 
[[Jødar]] halda gudstænastu í [[Sýnagogur|sýnagoguni]].
 
== Jødatekn ==
 
Teknið hjá jødum er sekshyrnta [[dávidsstjørnan]].
 
Í øldir, í ringum og góðum tíðum, hevur frásøgnin um makkabearar víst [[Jødar|jødum]], at einki yvirvald megnar at týna tey, sum stríðast fyri síni trúgv og at liva, sum tey sjálv vilja. Menorain er til minnis um hetta stríð og sigurin.
 
== Halgidagar ==
 
* '''Hanukka''': Ljósanna høgtíð, átta dagar á vetri. Tá ið makkabearaherurin tók Jerúsalem, sóu teir, at templið var illa farið og vanært. Á altarinum stóð standmynd av grikskum gudi. Judas Makkabeus vígdi hátíðarliga templið av nýggjum til Gud jødanna, meðan hann tendraði ljós á einum menora, sum er sjeygreindur ljósastaki. Hann gav boð um, at jødar sama dag á hvønn ári skuldu hátíðarhalda vígsluna, halda høgtíð, nevnd "hanukka". Í átta dagar, skuldu teir brenna ljós, eitt ljós fyri hvønn dag, og syngja Harranum tøkk og lov.
* '''Sabbat''': Hvílidagur hjá jødum frá fríggjakvøldi til leygarkvøld.
* '''Purim''': Høgtíð, tíðliga um várið.
* '''Pezach''': Páskir, átta dagar á vári.
* '''Sukkoth''': Leyvskálahøgtíð, níggju dagar á heysti til minnis um ferðina í oyðimørkini úr Egyptalandi.
* '''Rosh Hashanah''': Nýggjárshøgtíð, tíðliga um heystið.
* '''Shavour''': Búnaðarhøgtíð um várið.
* '''Jom Kippur''': Iðranardagur, tíggjundi dagur í nýggja árinum. Mesta høgtíð, fastað verður í 24 tímar.
 
[[Bólkur:Jødadómur]]