Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyskt mál"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 17:
| sil = FAE
}}
 
[[Mynd:Exampleoffaroeseuseofdoubleumlaut.jpg|thumb|right|250px]]
'''Føroyskt''' er høvuðsmálið í [[Føroyum]]. Føroyskt er almenna málið í Føroyum, og tað er tjóðarmál føroyinga. Harafturat verður nógv føroyskt tosað í [[Danmark]] og [[Ísland]]i. Í [[Føroyar|Føroyum]] tosa 48.000 fólk føroyskt, í [[Danmark]] umleið 25.000 og í [[Ísland]]i umleið 5.000, so samlaða talið av fólkum, ið duga føroyskt liggur um 85-90.000.
 
[[Venceslaus Ulricus Hammershaimb]] er kendur sum faðirin at [[skriftmál]]i føroyinga. Tað var hann, sum skapti okkum skriftmálið so at siga í sama líki, sum vit kenna tað í dag, og hann eigur soleiðis stóra æru fyri, at føroyingar varðveittu skriftmálið. Tað er einki at ivast í, at føroyska málið var fyri stórum hóttafalli, tá ið trúbótin uml. 1540 varð sett í gildi í Føroyum tí tá fór prestaskúlin fyri bakka, soleiðis at kirkjumálið gjørdist [[Danskt mál|danskt]] burturav.
 
== Flokkan ==
[[Mynd:IndoEuropeanTree.svg|thumb|right|250px|[[Indo-evropeisk mál]], flokking.]]
 
Føroyskt er eitt [[Indo-evropeisk mál|indo-evropeiskt mál]]. Føroyskt er eisini eitt [[norrønt]] mál. Tað hoyrir til [[Vesturnorrønt|Vesturnorrønu]] [[Málætt|málættina]] (saman við [[Íslendskt mál|íslendskum]], [[Norskt mál|norskum]] og hinum nú útdeyða [[norn]]). Vesturnorrønt, ofta eisini bara nevnt [[norrønt]], er málið, ið talað varð í [[Noreg]]i um tað mundið, norðmenn bygdu [[Føroyar]], og nakrar øldir fram, t.e. úr [[9. øld]] og upp til 1400. Úr hesum máli spruttu komandi øldirnar fleiri mál - føroyskt í Føroyum, [[norn]] í [[Hetland]]i og [[Orknoyggjar|Orknoyggjum]], [[Norskt mál|norskt]] í [[Noreg]]i og [[Íslendskt mál|íslendskt]] í [[Ísland]]i. Norðbúgvar, ið talaðu mál av norskari rót, búðu eisini í [[Grønland]]i í nøkur hundrað ár, men málið doyði út við teimum móti endanum á [[miðøldin]]i. Stóra broytingartíðarskeiðið úr norrønum til føroyskt er millum 1400-1600. Hetta er sama tíðarskeiðið, sum árinið úr donskum fer at gera um seg.
 
Linja 195:
Orðið "grammatikk", sum er okkara [[mállæra]], stavar upprunaliga úr [[Grikskt mál|grikskum]], har gramma merkti [[bókstav]]ur. Av fyrstan tíð varð orðið nýtt um læruna at skriva og lesa. Nú á døgum er málsøkið hjá mállæruni at koma fram á og lýsa allar vanligar reglur í einum og hvørjum máli. Tey regluligu fyribrigdini finna vit á ymsum stigum. Vit kunnu tosa um lutvísar skipanir innanfyri mállærubygnaðin.
 
Í føroyskum, eins og í øðrum [[mál]]um, finnast hol á mállæruhválvinum, t.e. regulig fyribrigdi, sum málgranskarar enn ikki hava fingið greiði á til lítar. Tá ið vit tosa, fylgja vit teimum málsligu reglunum, sum eru í okkara máli, uttan at geva okkum far um tað. Vit kunnu til dømis vera heilt óvitandi um, hvat ein grundliður er, og kortini [[orð]]a setningar, har einki er galið hvørki við grundliði ella øðrum liðum. Fyri at læra mállæruna er als ikki neyðugt við bókum ella frálæru. Her er tað okkara egna máloyra, sum verður stýrt av føroysku mállæruni, sum m.a. hevur nakrar reglur um, hvussu ljóð kunnu verða sett saman til orð á føroyskum.
 
== MálføriMálskyldskapur ==
[[Mynd:Faroe islands isoglossesNordiska_språk.pngPNG|thumb|right|250px|Bygdarmál í [[Føroyar|Føroyum]]Norðurlandamál.]]
Málið er nær skylt [[Íslendskt mál|íslendskum]] og [[Norskt mál|vesturnorskum]]. Siga vit, at tað eru seks milliardir menniskju í heiminum, og tað eru 80.000 føroyingar, so er skilligt, at vit eru ein ómetaliga lítil málsligur minniluti, t.e. 1/100 promilli av [[Jørðin|jarðarinnar]] menniskjum tosa føroyskt. Men okkum nýttist ikki at smæðast, tí vit eiga eitt mál, ið riggar væl í flestu førum sum samskiftisamboð, og vit eiga tann fyrimunin, at vit við tí skúla, vit hava, eru før fyri at hava samskifti við [[Norðurlond|norðurlendsku]] grannar okkara. [[Norskt mál|Norskt]], [[Íslendskt mál|íslendskt]], [[Danskt mál|danskt]] og [[Svenskt mál|svenskt]] eru í ætt við okkara [[mál]], og tað merkir, at stórur líkskapur er millum málini, hvat orðavavi og mállæru viðvíkur.
Markini millum føroysku bygdamálini ella málførini eru rættiliga týðilig. Slík mark nevnast í mállæru málførismark ella við fremmandum orði ''diagloss''. Eitt slíkt málførismark er teknað inn í kortið høgrumegin. Tað vísir, hvar markið gongur millum t.d. úttaluna av "ei" og "oy". Í Føroyum finnast nógv ymisk málføri: [[suðuroyarmál]], [[sandoyarmál]], [[nólsoyarmál]], [[havnarmál]], [[eysturoyarmál]], [[vágamál]] og [[norðoyamál]]. Flestu okkara hava eitt mál, sum sermerkist við einum ella øðrum bygdarmáli. [[Skriftmál]]ið er nakað annað, sjálvt í einum so lítlum øki sum [[Føroyum]]. Tað er felags fyri fólkið í einum landi við ólíkum málsligum viðurskiftum. Eingin skrivar, júst sum tosað verður. Tí er neyðugt at fáa frálæru í hesum serliga felags máli.
 
Hygg til dømis at føroyska [[orð]]inum "bátur". Allir føroyingar skriva hetta orð á sama hátt, halda teir seg til galdandi rættskrivingarreglur, men hugsa vit um framburðin, er hann ikki hin sami um alt landið. Fara vit til grannalandið fyri vestan, [[Ísland]]s, so skriva teir orðið á sama hátt sum føroyingar. Orsøkin til, at hetta orð og mong, mong onnur við verða skrivað á sama hátt í Íslandi og í [[Føroyum]], er, at bæði málini eru runnin úr somu rót, [[Norrønt|norrønum]], og at bæði hesi [[skriftmál]] byggja á eina upprunafrøðiliga stevnu, t.e. at [[skriftmál]]ið er knýtt at fornu rót málsins. Á norrønum skriva vit "bátr". Fara vit við bátinum til onnur grannalond, sígga vit eisini skyldskap við málini har, "båt" skriva [[Noreg|norðmenn]] og [[Svøríki|sviar]], og [[Danmark|danir]] skriva "båd". Og vit finna eisini skyldskap, fara vit uppaftur longri, "boat" skriva [[Stóra Bretland|bretar]], [[Týskland|týskarar]] "Boot", [[Frakland|fransmenn]] "bateau". Hesin skyldskapur er veruleiki, av tí at øll hesi nevndu mál og mong onnur við eru runnin úr felags rót, sum vit nevna [[Indo-evropeisk mál|indoevropeiska málið]]. [[Grikskt mál|Grikskt]] og [[Russiskt mál|russiskt]] verða skrivað við einum øðrum [[stavrað]] enn tí, vit vanliga nýta, men hoyra vit summi orð á hesum málum sum til dømis "Augustos" (august) ella "Flaouto" (fleyta), hava vit varhugan av, hvat hesi [[orð]] merkja.
Somuleiðis, sum vit hava málføri ella dialektir, hava vit eisini sosiolektir, sum er serligt mál hjá einstøkum samfelagsbólkum.
 
=== Suðuroyarmál ===
 
Bókstavirnir A og Æ hava í føroyskum á allan hátt sama ljóðvirði, uttan í [[suðuroyarmál]]i, har ið Æ við øllum rímileika kundi verið kallað "seinra e". Sum dømi um hetta kunnu vit nevna ræðast (suðuroyarmál: reðast), gæs (ges), skræða (skreða) og æða (eða).
 
== Málsøga ==
[[Mynd:Faroe_stamp_048_europe_(v_u_hammershaimb).jpg|thumb|left|150px|[[Venceslaus Ulricus Hammershaimb]].]]
 
Føroyskt, tjóðarmálið í [[Føroyar|Føroyum]], hevur sínar røtur í fornnorrøna málinum frá [[víkingatíð]]ini. Í nógv ár varð føroyska [[mál]]ið trúðað, men doyði ikki út. [[Mál]]ið varð varðveitt við skaldskapi av mannamunni. Skaldskapið sum gjøgnum nógv 100 ár varð sagdur frá ættarliði til ættarlið. Við [[Søga|søgum]], søgnum og ikki minst við [[Kvæði|kvæðunum]] sum hava havt ótrúliga stóran týdning fyri at [[mál]]ið ikki varð gloymt.
 
Line 217 ⟶ 213:
Í fyrstuni vóru nógvir føroyingar ikki hugaðir fyri tí føroyska málstrevinium, men tjóðskaparhugin vann sigur, og nú hevur føroyskt fingið somu rættindir sum [[danskt mál]], og er, formelt, høvuðsmálið. Men nógvir halda at einans føroyskt eigur at verða nýtt í almennum viðurskiftum. Hetta er t.d. støðan hjá loysingarmonnum, t.e. teir, ið vilja hava landið leyst frá [[Danmark]] politiskt, soleiðis halda eisini nógv onnur.
 
== MálskyldskapurMálføri ==
[[Mynd:Faroe islands isoglosses.png|thumb|right|250px|Bygdarmál í [[Føroyar|Føroyum]].]]
Markini millum føroysku bygdamálini ella málførini eru rættiliga týðilig. Slík mark nevnast í mállæru málførismark ella við fremmandum orði ''diagloss''. Eitt slíkt málførismark er teknað inn í kortið høgrumegin. Tað vísir, hvar markið gongur millum t.d. úttaluna av "ei" og "oy". Í Føroyum finnast nógv ymisk málføri: [[suðuroyarmál]], [[sandoyarmál]], [[nólsoyarmál]], [[havnarmál]], [[eysturoyarmál]], [[vágamál]] og [[norðoyamál]]. Flestu okkara hava eitt mál, sum sermerkist við einum ella øðrum bygdarmáli. [[Skriftmál]]ið er nakað annað, sjálvt í einum so lítlum øki sum [[Føroyum]]. Tað er felags fyri fólkið í einum landi við ólíkum málsligum viðurskiftum. Eingin skrivar, júst sum tosað verður. Tí er neyðugt at fáa frálæru í hesum serliga felags máli.
 
Somuleiðis, sum vit hava málføri ella dialektir, hava vit eisini sosiolektir, sum er serligt mál hjá einstøkum samfelagsbólkum.
Málið er nær skylt [[Íslendskt mál|íslendskum]] og [[Norskt mál|vesturnorskum]]. Siga vit, at tað eru seks milliardir menniskju í heiminum, og tað eru 80.000 føroyingar, so er skilligt, at vit eru ein ómetaliga lítil málsligur minniluti, t.e. 1/100 promilli av [[Jørðin|jarðarinnar]] menniskjum tosa føroyskt. Men okkum nýttist ikki at smæðast, tí vit eiga eitt mál, ið riggar væl í flestu førum sum samskiftisamboð, og vit eiga tann fyrimunin, at vit við tí skúla, vit hava, eru før fyri at hava samskifti við [[Norðurlond|norðurlendsku]] grannar okkara. [[Norskt mál|Norskt]], [[Íslendskt mál|íslendskt]], [[Danskt mál|danskt]] og [[Svenskt mál|svenskt]] eru í ætt við okkara [[mál]], og tað merkir, at stórur líkskapur er millum málini, hvat orðavavi og mállæru viðvíkur.
 
=== Suðuroyarmál ===
Hygg til dømis at føroyska [[orð]]inum "bátur". Allir føroyingar skriva hetta orð á sama hátt, halda teir seg til galdandi rættskrivingarreglur, men hugsa vit um framburðin, er hann ikki hin sami um alt landið. Fara vit til grannalandið fyri vestan, [[Ísland]]s, so skriva teir orðið á sama hátt sum føroyingar. Orsøkin til, at hetta orð og mong, mong onnur við verða skrivað á sama hátt í Íslandi og í [[Føroyum]], er, at bæði málini eru runnin úr somu rót, [[Norrønt|norrønum]], og at bæði hesi [[skriftmál]] byggja á eina upprunafrøðiliga stevnu, t.e. at [[skriftmál]]ið er knýtt at fornu rót málsins. Á norrønum skriva vit "bátr". Fara vit við bátinum til onnur grannalond, sígga vit eisini skyldskap við málini har, "båt" skriva [[Noreg|norðmenn]] og [[Svøríki|sviar]], og [[Danmark|danir]] skriva "båd". Og vit finna eisini skyldskap, fara vit uppaftur longri, "boat" skriva [[Stóra Bretland|bretar]], [[Týskland|týskarar]] "Boot", [[Frakland|fransmenn]] "bateau". Hesin skyldskapur er veruleiki, av tí at øll hesi nevndu mál og mong onnur við eru runnin úr felags rót, sum vit nevna [[Indo-evropeisk mál|indoevropeiska málið]]. [[Grikskt mál|Grikskt]] og [[Russiskt mál|russiskt]] verða skrivað við einum øðrum [[stavrað]] enn tí, vit vanliga nýta, men hoyra vit summi orð á hesum málum sum til dømis "Augustos" (august) ella "Flaouto" (fleyta), hava vit varhugan av, hvat hesi [[orð]] merkja.
 
Bókstavirnir A og Æ hava í føroyskum á allan hátt sama ljóðvirði, uttan í [[suðuroyarmál]]i, har ið Æ við øllum rímileika kundi verið kallað "seinra e". Sum dømi um hetta kunnu vit nevna ræðast (suðuroyarmál: reðast), gæs (ges), skræða (skreða) og æða (eða).
 
== Frambering og staving ==
Linja 242:
 
=== Navnorð ===
[[Mynd:Exampleoffaroeseuseofdoubleumlaut.jpg|thumb|right|250px]]
 
[[Navnorð]] er felagsheiti fyri ein bólk av orðum, ið lýsa nøvn á ítøkiligum lutum (td. stólur, bilur, genta, drongur), fyribrigdum ([[vestfall]], [[eystfall]], [[mysing]], mánalýsi) og hugtøkum (sorg, gleði, longsul) umframt sernøvn (Petur, Sólvá, [[Enniberg]], [[Sørvágur]]). Navnorð bendast í tølum - eintali og fleirtali. Tá ið talan bara er um ein ella eitt, stendur navnorðið í eintali, til dømis stólur, skúli; talva, bust; oyra, stykki, men tá ið talan er um fleiri, stendur navnorðið í fleirtali, til dømis stólar, skúlar; talvur, bustir; oyru, stykki. Navnorð verða eisini bend í føllum. Tey eru hvørfall, hvønnfall, hvørjumfall og hvørsfall. Navnorð eru annaðhvørt óbundin ella bundin. Óbundin eru navnorð, tá ið talan ikki er um nakran ávísan, men um einhvønn, til dømis ein genta, ein drongur ella eitt barn. Bundin eru navnorð, tá ið talan er um okkurt ávíst, til dømis gentan, drongurin ella barnið. Navnorð bendast efir tveimum høvuðsbendingum - teirri sterku bendingini og teirri veiku bendingini. Sterkt bend navnorð enda við hjáljóði í hvørsfalli eintali. Veikt bend navnorð enda við sjálvljóði í øllum føllum í eintali.
 
Linja 256:
 
=== Talorð ===
{| class="wikitable" align=right
|-
! Grundtøl !! Talorð
|-
| 0 || null
|-
| 1 || eitt
|-
| 2 || tvey
|-
| 3 || trý
|-
| 4 || fýra
|-
| 5 || fimm
|-
| 6 || seks
|-
| 7 || sjey
|-
| 8 || átta
|-
| 9 || níggju
|-
| 10 || tíggju
|-
| 11 || ellivu
|-
| 12 || tólv
|-
| 13 || trettan
|-
| 14 || fjúrtan
|-
| 15 || fimtan
|-
| 16 || sekstan
|-
| 17 || seytjan
|-
| 18 || átjan
|-
| 19 || nítjan
|-
| 20 || tjúgu
|-
| 21 || einogtjúgu
|-
| 22 || tveyogtjúgu
|-
| 30 || tredivu, tríati
|-
| 40 || fjøruti, fýrati
|-
| 50 || hálvtrýss, fimmti
|-
| 60 || trýss, seksti
|-
| 70 || hálvfjers, sjeyti
|-
| 80 || fýrs, áttati
|-
| 90 || hálvfems, níti
|-
| 100 || hundrað
|-
| 1000 || (eitt) túsund
|}
 
[[Talorð]] nýta vit t.d., tá ið vit telja, og tá ið vit greiða frá, hvussu nógv ið er til av onkrum, hvussu ávísur teinur er, hvussu nógv klokkan er, og hvussu nógv okkurt vigar. Vit skifta talorðini sundur í tríggjar partar: Tey talorð, sum vísa okkum, hvussu stór nøgdin er, verður nevnd grundtøl (kardinaltøl). Hin bólkurin tilskilar, í hvørjum rað eitthvørt hendir, og tí verða tey nevnd raðtøl (ordinaltøl). Hesi bæði sløgini av tølum kunnu annaðhvørt skrivast við bókstavum ella við tølum, men fyri at skyna ímillum grundtøl og raðtøl er siður at seta eitt punktum eftir raðtølini, til dømis: "Í [[19. øld]]". Eitt triðja býti av tølunum eru skriftistølini (distributiv tøl) sum eru "einir", "tvinnir" og "trinnir", tey verða bend sum lýsingarorð.
 
Grundtølini eru: eitt (ein, ein, eitt), tvey (tveir, tvær, tvey), trý (tríggir, tríggjar, trý), fýra, fimm, seks, sjey, átta, níggju, tíggju, ellivu, tólv, trettan, fjúrtan, fimtan, sekstan, átjan, nítjan, tjúgu. Á nútíðar føroyskum er tað soleiðis, at tað bert eru tey trý fyrstu grundtølini, sum bendast í falli, tali og kyni undantikið eina fleirtalsleivd av fýra í orðafellinum (t.d. "tú eru altíð uppi á fjórum").
 
Raðtølini eru: fyrsti, annar, triði, fjórði, fimti, sætti, sjeyndi, áttandi, níggjundi, tíggjundi. Raðtølini, øll uttan "annar", bendast sum veikt bend lýsingarorð.
 
Skriftitølini eru: einir, einar, eini; tvinnir, tvinnar, tvinni; trinnir, trinnar, trinni.
 
=== Sagnorð ===
Line 265 ⟶ 341:
=== Fyrisetingarorð ===
 
Fyriseting er tað føroyska heitið fyri tað [[Latín (mál)|latínska]] orðið "preposisjón", sum merkir "tað at seta frammanfyri". Fyrisetingar eru óivað eitt tað torførasta kapitlið, tá ið tað snýr seg um at læra fremmant mál. Men hetta er einki føroyskt fyribrigdi. Fyrisetingar standa vanliga á føroyskum framman fyri tað orð, tey stýra, til dømis av einihvørjari orsøk, men gjørt kann verða vart við, at nakrar fyrisetingar kunnu standa aftan fyri tað orð, sum tær stýra, til dømis húsanna millum, hansara vegna, tí føroyska málinum viðvíkjandi. Í serligum føri ber til at skilja fyriseting og stýring hvørja frá aðrari, soleiðis at stýringin stendur fremst í setninginum, meðan fyrisetingin endar á seinasta plássi, til dømis "Honum fór hon ikki í býin við". Hetta fyribrigdi sæst serliga í afturbeindum eykasetningum. Vit siga, at ein fyriseting stýrir einum orði, ið oftast er eitt [[kenniorð]], [[navnorð]], [[persónsfornavn]] ella [[lýsingarorð]], men kann eisini vera ein navnháttur ella eykasetningur, ið hava navnorðsvirði. Hesa eindina fyriseting, hon við einum setningi/orði stýrir, kalla vit fyrisetingarlið. Hon er, sum sæst, sett saman av eini fyriseting og eini stýring. Hetta merkir, at tá ið tað snýr seg um kenniorð, navnorð, v.f., skulu hesi orð standa í einum ella øðrum falli.
Tey verða brúkt sum í enskum, men tó taka fyrisetingarnir haraftrat ávíst fall til sín, og tann stýringin,
 
Tey verða brúkt sum í [[Enskt mál|enskum]], men tó taka fyrisetingarnir haraftrat ávíst fall til sín, og tann stýringin, ið er knýtt at fyrisetingini fær ta fallending, ið verður kravd av fyrisetingarorðinum. Dømi:
 
Dømi:
 
:''Brævið liggur '''á borðinum'''.''
Line 291 ⟶ 365:
 
=== Miðalvarpingar ===
 
''Interjeksjón'' er sum so mangt annað tikið úr [[Latín (mál)|latínskum]], og merkir "at seta okkurt innímillum". Vit hava einki gott [[orð]] fyri hesum fyribrigdinum, men vanligt er tó at týða heitið "miðalvarping". Grundmerkingin er, at hesi orð verða sett inn millum orð ella setningar, men við tí stóra muni samanborið við onnur orð, at tey ikki verða greinað sum aðrir liðir. Tískil stendur hesin orðaflokkurin í eini serstøðu. Millum [[málfrøði]]ngar hevur verið kjakast, um miðalvarpingar veruliga eru ''orð''. Teirra áskoðan er, at tey heldur eru eyðkenni fyri kenslurnar til dømis "pínslu", "vaml" osfr., sum liggja aftanfyri. Tey hava ikki nakra serliga merking eins og orðini í hinum orðaflokkunum. Men tó halda fleiri málfrøðingar, at av tí at tey verða framborin sum onnur føroysk orð, og av tí at tað eru avleiðslur í føroysku, til dømis "at sirra", "ein sitta", "at kísta", er tað rættast, at koyra tey í ein bólk fyri seg. Eisini orðini "ja", "jú" og "nei", sum verða nýtt, tá ið játtað ella noktað verður, finna vit í hesum flokkinum, tí teirra líkskapur er stórur við hesi orð, hvørs eyðkenni eru, at tey hvørki bendast ella standa sum liður í nøkrum setningi. Aðrar fastar vendingar, sum ofta standa uttan setningar, til dømis "hott kvøld", "far væl" og "vælkomin", verða vanliga koyrdar í sama leyp.
 
== Orðatilfeingi ==
 
[[Orð]]atilfeingið í okkara máli er komið ymsastaðni frá og til ymsar tíðir. Stórur partur er arvaður frá okkara ættfedrum, tað eru ikki innflutt orð, men orð, sum hava verið nýtt her á landi so leingi, sum hetta [[mál]]ið hevur verið okkum kunnugt, og tað merkir í eini túsund ár. Hetta er eina mest galdandi fyri tey mest nýttu orðini í málinum, orð, sum eru hvørjum menniskja kunnug, og sum hvørt menniskja nýir, orð sum til dømis "móðir" og "faðir", "vatn" og "jørð", "sita" og "liggja", "lítil" og "stór", "niður" og "opp", "ja" og "nei". Hesi arvorð eru, ið hvussu er, felags fyri øll tey [[Germansk mál|germansku málini]], hóast týdningur og snið broytast eitt sindur frá máli til máls. Øll hesi ár, hesi mál hava verið í nýtslu, er orðatilfeingið vorðið ríkari og ríkari, eisini tí at tað hevur tikið orð úr øðrum málum. Hesi orð kalla vit ''tøkuorð''.
 
Ofta eru tøkuorð gomul í okkara máli, tey kunnu hava lagað seg eftir føroyskari bending og ljóðliga og á annan hátt hava lagað seg, so at ilt er at gita fremmanda upphavið. Hetta fyribrigdi at taka orð inn í málið byrjaði longu fyri søguliga tíð her hjá okkum, so skjótt sum [[Norðurlond]] fingu samband við restina av [[Norðurevropa]]. Ofta komu nýggj orð saman við vørum, sum fólk úr Norðurlondum førdu heim við sær, navnið fylgdi við vøruni. Seinni komu nýggjar hugsanir, nýggj trúgv inn á Norðurevropa uttaneftir og við teimum orð at nevna alt hetta nýggja og greiða frá tí. Her eru nøkur dømi um gomul tøkuorð úr ymsum málum - "hundur", "ketta" og "køkur" úr [[Latín (mál)|latíni]], "soppur", "ríki" og "blak" úr [[Keltisk mál|keltiskum]], "prestur" og "kirkja" úr [[Grikskt mál|grikskum]] um [[Enskt mál|enskt]]. Og eitt sindur seinni "arbeiði", "bakari" og "handil" úr [[Týskt mál|týskum]]. "Dekk" og "ruff" úr [[Hollendskt mál|hollendskum]], "marsjur" úr [[Franskt mál|fronskum]], "banki", "eitt kolli" og "stivli" úr [[Italskt mal|italskum]]. Tøkuorð eru eisini til dømis gomul orð, ið ikki hava verið nýtt leingi, sum í veruleikanum eru útdeyð út málinum, men sum eru komin inn aftur í seinni tíð úr nýggjum høpi, til dømis "fløga" fyri CD, "skora" fyri at fáa stig og "bingja" fyri kontainara.
 
Í okkara øld og serliga tey seinastu tíggjuáraskeiðini hava vit fingið ein heilan floym av fremmandum orðum inn í mál okkara. Nógv av hesum orðum hava enntá framvegis fremmanda uppruna-stavsetingarháttin og upprunaframburðin. Roynt verður at laga tey eftir føroyskum máli. Tískil nevna vit tey fremmandaorð afturímóti tøkuorðum, men munurin er ikki serliga greiður, til dømis "sona", "sjorast", "skons". Tað er eina mest úr [[Enskt mál|enskum]], vit hava fingið orðini. Og ein partur av teimum hevur enskt snið, sum uttan hóvasták hevur vunnið sær innvist í føroyskum, til dømis "hobby", "smart" ella "filmur". Og onnur hava longu fingið føroyskan stavsetingarhátt, til dømis "veirur", "skeilett" ella "trol". Bæði fremmandaorð og tøkuorð eru í sera nógvum førum nýggj, av tí at vit í føroyskum ikki hava arvorð, sum fevna um júst sama fyribrigdið. Men tað er mangan, at fólk ikki avmarka seg til at nýta fremmandaorð har, sum neyðugt er. Tey royna at prýða málið við ókendum ella rárum fremmandaorðum, mangan bara at geva sær sjálvum ein dám av lærdómi. Men vit áttu at havt í huga, at óneyðug fremmandaorð gera málið tyngri og forða lesarum at fáa fatur í innihaldinum.
 
== Sannroynd ==