Munurin millum rættingarnar hjá "Merkið"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Flag of the Faroe Islands.svg|thumb|right|250px|Føroyska flaggið verður kallað Merkið.]]
'''Merkið''' er [[Føroyar|føroyska]] flaggið. Merkið, tann [[25. apríl]] [[1940]] varð viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga av [[Stóra Bretland|bretska hersetingarvaldinum]]. Flaggið er ein týðandi partur av tí føroyska samleikanum. Ítróttarfólk bera við stoltleika Merkið á bringuni, tá ið tey umboða Føroyar. Merkið verður vundið á stong, tá ið føroysk skip koma í fremmanda havn. Og undir krígnum, tá ið okkara sjófólk sigldu vandasjógvar, veittraði Merkið í mastrartoppinum. Tann hvíti dúkurin við reyða krossinum og bláu rondini minnir okkum á søgu og mentan okkara. Samstundis er Merkið okkara tjóðarbúmerki, og hevur tí ein týðandi leiklut í bæði okkara samleika og samfelagi.
 
Fleiri tykkara minnast tíðina áðrenn Merkið varð viðurkent. Og tit minnast tað stríð, ið skuldi til, áðrenn føroyingar kundu savnast um Merkið. Eftir 21 ára stríð og harða mótstøðu móti tí, bæði úr [[Danmark]] og innanhýsis í [[Føroyum]], varð Merkið viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga í bardagaárunum fyri 71 árum síðani.
 
== Søga ==
[[Mynd:Faroe stamp 195 trawler nyggjaberg.jpg|thumb|[[Trolar]]in [[Nýggjaberg]] úr [[Miðvágur|Miðvági]]. Hann hvarv í mars [[1942]] á veg undan [[Ísland]]i, og eingin av manningini, 21 mans, spurdist aftur. Líkt er til, at ein [[Týskland|týskur]] [[kavbátur]] hevur søkt hann við [[torpedo]].]]
Eins og alt annað, so hevur eisini føroyska Merkið sína søgu. Merkið varð á fyrsta sinni borið fram av [[Føroyar|føroysku]] studentunum [[Jens Olivur Lisberg]], [[Janus Øssurson|Janusi Øssurssyni]] og [[Pauli Dahl|Paula Dahl]] í [[Keypmannahavn]] longu í juni [[1919]], og longu tíðliga í [[1920-árini|1920-árunum]] vóru fólk farin at flagga við tí. Hetta vant rættiliga upp á seg eftir [[1930]], men loyvt var tað ikki, og eitt [[flaggstríðið|flaggstríð]] tók seg upp í Løgtinginum og millum føroyingar og [[Danmark|donsku]] myndugleikarnar. Tað vóru serliga sjómenninir, ið førdu hetta stríð. Longu [[9. apríl]] [[1940]], sama dag sum Danmark varð hersett av [[Týskland]]i undir [[seinni heimsbardagi|seinna heimsbardaga]], byrjaði sluppin Eysturoyggin at flagga við Merkinum. Hetta tí at danska flaggið ikki kundi brúkast, meðan Danmark var hersett av Týsklandi. Boðini frá [[Stóra Bretland|bretska]] hersetingarvaldinum [[25. apríl]] [[1940]] vóru fyrsta almenna viðurkenningin av, at føroyingar høvdu sítt egna tjóðarmerki. Nú kundu føroyskir sjómenn sigla øll heimsins høv undir egnum tjóðareyðkenni.
 
[[Mynd:Fámjin.flag.jpg|thumb|left|Fyrsta Merkið í [[Fámjin]]sFámjins kirkja|Fámjins kirkju]].]]
Seinnapartin [[13. apríl]] [[1940]] komu tveir vápnaðir trolarar og krússarin ''Suffolk'' á [[Havnarvágur|Havnarvág]] og eitt herlið frá [[Royal Marines]] var sett á land. [[Bretska hersetingin í Føroyum|Bretska hersetanin av Føroyum]] var byrjað. Føroyingar tóku móti bretsku herdeildunum sum vinir, og viðurskiftini við hersetingarvaldið vóru yvirhøvur góð tey 5 krígsárini. Løgtingið mótmælti tó bretsku hersetingini av Føroyum, men mótmælið var bara ímyndarligt.
 
Á føroyskum leiðum sigldu nógvir týskir kavbátar og frá støðum í [[Noreg]]i sveimaðu nógv týsk bumbuflogfør, ið gjørdu álop á skipafylgi hjá teimum sameindu vesturi í [[hav]]i. Hugsast kundi, at rættiligt [[kríggj]] kom at standa í [[Atlantshav|Norðuratlantshavi]]. Tí høvdu Føroyar stóran hermálsligan týdning. Bretar bygdu [[flogvøll]] við hangari og flogstøð til vatnflogfør, settu loftverjukanónir og aðrar kanónir upp víða hvar og minuløgdu firðirnar.
 
[[Mynd:Faroe stamp 196 schooner sanna.jpg|thumb|[[Skonnart]]in ''Sanna'' av [[Toftir|Toftum]]. Í juli 1942 varð hon søkt stutt norður úr Kallinum av týskum flogfari, ið kastaði bumbur og skeyt við maskinbyrsum og granatum. Manningin, 8 mans, slapp í bátin og bjargaðist.]]
[[Mynd:Logting olai 1930, faroe islands.jpg|thumb|Á [[Ólavsøka|Ólavsøku]] [[1930]].]]
[[Hav|Havið]] um Føroyar gjørdist sera vandamikið, men føroyingar, ið eru bundnir at havinum, høvdu einki annað í at velja enn at halda fram við at sigla. Trot var á fiski í Bretlandi, og føroysk fiskiskip tóku upp eina lønandi sigling við ísfiski úr [[Ísland]]i á bretska marknaðin. Bretska hersetingarvaldið kravdi nú, at øll føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi og at føroyskt flagg og orðini ''Faroes'' og ''Føroyar'' skuldu verða málað á skipsíðurnar.