Munurin millum rættingarnar hjá "Tinganes"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 3:
 
Í Tinganesi eru gamlir bygningar. Ytsi oddin á nesinum var fyrr eitt sker, leyst frá landi. Úti á hesum skerinum var tingið sett. Har var tað, at [[Sigmundur Brestisson]] um ár 998 fyrstu ferð boðaði [[Kristindómur|kristindómin]] í Føroyum, og her varð Karl hin Mørski dripin, hann, sum var komin higar til Føroya at krevja inn skattir fyri norska kongin Ólav Halga. Seinni varð skerið gjørt landfast, og har um vegir bygdu teir monopolhandilin (kongahandilin), sum tá var einasti handil í [[Føroyum]]. Har úti stendur enn tað gamla húsið Munkastovan, sum man vera elsta húsið í Tórshavn, og har er hitt illa gitna fangahúsið [[Portugálið]] við spískasteini í kjallaranum. Hin gamla Havnarbygdin stóð mest á Tinganesi, har var tættbygt, húsini vóru yvirhøvur smá, og túnini krókut og trong, og nakað so er har enn.
 
== Myndasavn ==
 
<gallery>
Mynd:Tórshavn_october_2005_(1).jpg
Mynd:Tinganes_57.jpg
Mynd:Faroe_stamp_299_tinganes_torshavn.jpg
</gallery>
 
[[Bólkur:Tórshavn]]