Munurin millum rættingarnar hjá "Fólkakirkjan"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 18:
=== Barnadópur ===
 
Barnadópur verður praktiseraður í Fólkakirkjuni. Børn og vaksin, sum verða [[Dópur|doypt]] í kirkjuni, gerast limir í fólkakirkjuni. Børnini verða borin til doypifuntin inni í kóri, har prestur doypir tey. Tá eitt barn fer til dópin, hevur tað fleiri [[Gudforeldur|gummur og gubbar]] - hesi eru oftast familja og vinir hjá foreldrunum. Formliga er uppgávan hjá [[Gudforeldur|gudforeldrum]] at hava ábyrgdina av kristnu uppalingini hjá barninum, skuldi so borið á, at foreldrini fella frá, áðrenn barnið er konfirmerað. Tó er tað ofta eisini so, at forvæntað verður, at gummur og gubbar taka seg eitt sindur eyka av barninum í tímiliga lívinum, geva [[jól]]a- og føðingardagsgávur o.s.fr. Formliga treytin fyri at kunna gerast gumma ella gubbi er vanliga, at man tilhoyrir fólkakirkjuna og er konfirmeraður. Frávik verða tó viðhvørt gjørd frá hesi reglu.
 
=== Konfirmatión ===