Munurin millum rættingarnar hjá "Tinganes"

397 bytes løgd afturat ,  10 ár síðan
s
ongin frágreiðing um rættingina
s
[[Mynd:Tinganes.jpg|thumb|right|250px|Tinganes. Nes millum eysturu vág og vestaru vág í [[Tórshavn]], har ting hevur verið hildið frá fornari tíð. ]]
'''Tinganes''', har Landsstýrið heldur til, býtir [[Tórshavn|Havnina]] í tveir partar. Í Tinganes og á Reyni eru eisini tey elstu húsini í Havn. Býráðið og Landsstýrið gera nógv fyri at varðveita henda býarpart. Í miðøld eru handilsbygningarnir hjá [[Kongligi einahandilin|kongliga einahandlinum]] bygdir í Tinganesi. Gomlu bygningarnir í Tinganesi hýsa í dag [[Føroya Landsstýri]].
 
Í Tinganesi eru gamlir bygningar. Munkastovan í tveimum hæddum á múraðari grund, 4,5 metrar breið og 5,5 metrar long, múrarnir eru 1,5 metrar tjúkkir. Eysturendin er bygdur áfastur við vesturendan á Leigubúðini. Kjallararnir undir henni eru múraðir við skilpi júst sum í [[Kirkjubø]]. Stokkastovan í Tinganesi er í tí líki, hon nú er, neyvan eldri enn frá 1600-árunum.
 
[[Bólkur:Tórshavn]]