Munurin millum rættingarnar hjá "Janus á Húsagarði"

Content deleted Content added
Heiður + Bólkur:Føroyskir rithøvundar + Keldur
Ein útgáva afturat í 2010
Linja 1:
'''Janus á Húsagarði''' er (føddur í [[Tórshavn]] [[13. desember]] [[1975]]) er føroysur teknari og rithøvundur. Hann hevur teknað, síðan hann var smádrongur. Tað veit hann, tí hann ein dagin hitti ein, hann gekk í barnagarði saman við, sum spurdi hann, um hann framvegis teknaði líka nógv. Tá ið Janus var liðugur at ganga í skúla, arbeiddi hann umborð á [[Norröna|Norrønu]] í seks ár ella rættari í seks summur, um veturin fjakkaði hann serliga í [[Asia]]. Á fjakkaraferðunum hevur hann teknað alla staðni, hann kom fram, og fekk nógvan íblástur, haðani hann ferðaðist. Síðani hevur Janus lært til snikkara og hevur búð úti á bygd í [[Føroyar|Føroyum]] í nógv ár, men er nú fluttur til [[Tórshavn|Havnar]] við unnustu sínari og tveimum børnum. Janus arbeiðir nú sum snikkari, men brúkar nógv av sínum fríløtum at tekna. Dreymurin er at kunna brúka enn meira tíð uppá at tekna, mála, dreya og telgja trælutir.
 
== Útgávur ==
 
[[2008]] Ferðin hjá Mosamollis (er eisini útkomin á donskum og enskum) <ref>[http://www.bfl.fo/Myndab%C3%B8kur.aspx?ID=1031&ProductID=PROD668 BFL.fo]</ref>
[[2010]] Ferðin hjá Mosalisu (er eisini útkomin á donskum og enskum) <ref>[http://www.bfl.fo/Rith%C3%B8vunda-v%C3%ADsing.aspx?ID=1010&GROUPID=GROUP506 BFL.fo]</ref>
 
== Heiður ==