Munurin millum rættingarnar hjá "Bergen"

Content deleted Content added
Xqbot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: pnb:برگن
No edit summary
Linja 10:
}}
 
'''Bergen''' er næststørsti býur í [[Noreg]]i. Á [[Føroyskt mál|føroyskum]] verður býurin ofta nevndur '''Bjørgvin'''. Bergen liggur á Vestlandinum í [[Norra]]. Býurin var grunnlagdur á einum grønum slætta millum tey 7 fjøllini, sum liggja rundanum býin, fyri yvir 900 árum síðani. Í ár [[1600]] var Bergen størsti býur í [[Norðurlond]]um við umleið 15 000 íbúgvum. Bergen hevur líka upp til okkara dagar verið ein nátturligur miðdepil fyri handil. Býurin hevur 247 746 íbúgvar ([[2008]]).
 
Vøkur træhús og flisalagdar gøtur eyðkenna Bergen. Í gamla býarpartinum framvið bryggjuni eru fleiri gomul træhús varveitt, og finna vit í dag í hesum húsum góðar matstovur, klædnahandlar o.l. Hesin býarparturin er eitt av best umtóktu ferðamálunum í býnum. Bergen liggur eisini bert umleið 1,5 tíma í bili frá kenda skíøkinum [[Voss]]. Náttúran er vøkur við Bergen, og skjótt er at uppliva vakrar firðir, høg fjøll ella opið [[hav]]. Í økinum er eisini eitt ríkt byggilist, mentanarlív og spennandi forminnissøvn. Eisini má nevnast stórsligna konserthúsið Grieg-hallen.
 
Uttan fyri býin eru fleiri [[oyggj]]ar, sum verja fyri havalduni, so har er avbera góð skipahavn. Í [[miðøldin]]i var hann ein høvuðshandilsbýurin í [[Norðurlond]]um, og har hildu [[Týskland|týsku]] keypmenninir (hansarnir) til. Enn síggjast á bryggjuni hús, ið teir bygdu. Ógvuliga nógvur [[fiskur]] verður upplagdur í Bergen og síðan avskipaður til suðurlond. Millum og [[Føroyar]] var nógv samband fyrr í tíðini.