Munurin millum rættingarnar hjá "Argja Róðrarfelag"

Content deleted Content added
Setti mynd inn av 5-mannafarinum Bliki
FM heitið
Linja 1:
[[Mynd:Blikur 5-mannafar Argja Rodrarfelag.jpg|thumb|Blikur á veg út til startin á Jóansøku 2011 á [[Tvøroyri]]]]
[[Mynd:2010 Rowing Competition on Jóansøka in Vágur Faroe Islands.JPG|thumb|Kappróður á Jóansøku. Blikur hjá Argja Róðrarfelag er reyði báturin í miðjuni. Hann gjørdist nummar tvey her, men vann FM heitið.]]
'''Argja Róðrarfelag''' er stovnað í [[1982]],<ref>[http://www.ar.fo/index.php?pageid=3 AR.fo]</ref> og heldur til við bátahylin úti á [[Argir|Argjum]]. Felagið eigur stórt róðrarneyst sum ofta verður leigað út til tiltøk, veitslur o.a. Í 2010 vann Argja Róðrarfelag trý FM heiti: Í barnaróðrinum bleiv Teistin við smágentum nummar eitt, 5-mannafarið Blikur við dreingjum varð nummar eitt, eins og 8-mannafarið Argjabáturin eisini bleiv nummar eitt. Bátarnir hjá Argja róðrarfelag eru reyðir við ljósabláum stokkum og hava drekastevni.<ref>[http://drekin.fo/?page=teams&mode=teaminfo&TeamID=1 Drekin.fo]</ref> Felagið fær eitt nýtt 6-mannafar og eitt nýtt 8-mannafar til FM kappróðurin 2011.<ref>[http://sportal.fo/?lg=74555 Sportal.fo, Nýggir bátar til Argja Róðrarfelag]</ref> Argja Róðrarfelag er næst mest vinnandi felagið, tá hugsað verður um FM heitið. Í 2010 hevði Argja Róðrarfelag vunnið 20 FM heitið. [[Havnar Róðrarfelag]] hevði vunnið 59 FM heitið í tíðarskeiðnum 1973-2010.<ref>[http://drekin.fo/?page=results&Mode=mostwinningteamsfm Drekin.fo, Mest vinnandi feløgini (1973-)]</ref> Í sama tíðarskeiði var Argja Róðrarfelag nummar trý, tá talan er um mest vinnandi bátar, gull, silvur og bronsu heiðursmerki. Frá 1973 til juli 2011 vann Argja Róðrarfelag 108 gull, 103 silvur og 107 bronsu heiðursmerki.
 
== Føroyameistaraheitið ==
* '''Blikur''' hevur vunnið FM heitið 9 ferðir: 5-mannafør dreingir vunnu FM 1985, 88, 89, 2004 og 2010. 5-mannafør gentur vann FM heitið í 2005. 5-mannafør kvinnur vann FM heitið 1984, 1986 og 2004.
* '''Argjabáturin''', 8-mannafar, hevur vunnið FM heitið 10 ferðir frá 1973-2010, tað gjørdi hann í 1991, 1992, 1994, 1995, 1997, 1998, 2000, 2004, 2009 og 2010.
 
== Bátar ==