Munurin millum rættingarnar hjá "VÍF"

Content deleted Content added
Nýggj grein
 
→‎Søgan: Rættaði leinkjurnar til vif.fo, felagið hevur fingið nýggja heimasíðu
Linja 3:
 
== Søgan ==
Vestmanna Ítróttarfelag varð stovnað 17. mai 1939. Tað hava sitið umleið 15 formenn í felagnum, harav tvær kvinnur.<ref>[http://www.vif.fo/sida68?page_id=211 VIF.fo]</ref>
 
=== Hondbóltur ===
VÍF byrjaði at hava kvinnuhondbólt longu tá felagið varð stovnað í 1939. Manshondbólturin byrjaði trý ár seinni í 1942. Tey fyrstu árini varð spælt inni á Fjarðasandi, síðan var farið niðan á Gomluplen. Seinni varð spælt á vøllinum við skúlan. Nøkur ár hevði felagið heimavøll í ítróttarhøllini á [[Skála]], men í 1986 varð ítróttarhøll bygd í Vestmanna, og síðan tá hevur felagið havt venjingar har og spælt heimadystirnir har.<ref>[http://www.vif.fo/sida68 VIF.fo]</ref>
 
=== Kappróður ===
Vestmenningar fingu sín fyrsta kappróðrarbát áðrenn VÍF varð stovnað. Fyrsti báturin var 10-mannafarið Vestmenningur, sum felagið lat smíða í 1927. Tað var Jógvan í Skálum, sum smíðaði bátin. Seinni smíðaði hann eisini fyrstu Havfrúnna. Seinni fekk felagið nýggjar bátar, tá var tað [[Niclas í Koltri]], bátasmiður, sum smíðaði bátarnar.<ref>[http://www.vif.fo/sida68?page_id=211 VIF.fo]</ref>
Vestmenningur hevur verið føroyameistari árini 1983, 1984, 1987, 1995, 1997 og 2000.
Havfrúgvin gjørdist eisini føroyameistari. 5-mannafør kvinnur vunnu føroyameistaraheitið í 1999, 5-mannafør dreingir vunnu tað sama árið, tvs. í 1999 og so aftur í 2007.<ref>[http://www.rsf.fo/Føroya_Meistarar.html RSF.fo]</ref>