Munurin millum rættingarnar hjá "Samkyndleiki"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 35:
Samkynd pør kenna seg niðurgjørd av føroyskum myndugleikum, tí tey hava ikki somu rættindi til at giftast og fáa børn sum onnur. Fyrsta [[juli]] í [[2010]] kom lógarbroyting í gildið í [[Danmark]], sum gav skrásettum samkyndum pørum sama rætt sum hjúnum at ættleiða børn. Samkynd pør kunnu nú bæði ættleiða børn hjá hvørjum ørðum og søkja um at ættleiða fremmand børn eftir somu reglum, sum galda fyri hjún. Samkyndar kvinnur, ið fáa børn við ísáing, fáa felags foreldramynduleika yvir barninum saman við skrásetta makanum. Einki av hesum er galdandi fyri samkynd pør í [[Føroyum]].
 
Hvørki [[skrásett parlag]] ella kynsleyst hjúnarlag er galdandi í Føroyum. Fólk av sama kyni kunnu framvegis ikki ættleiða børn. Samkyndir menn kunnu eisini framvegis ikki lata blóð í Føroyum. Føroyar eru eisini einasta [[Norðurlond|Norðurland]], sum ikki viðurkennir samkyndar familjur.
 
== Sjálvmorð ==
 
Tað er eitt sindur síðani, at granskingarútslit fyrst gjørdu vart við, at sjálvmorðsroyndir eru nógvar ferðir vanligari millum samkynd enn millum onnur fólk <ref>http://www.nrk.no/nyheter/distrikt/nrk_nordland/5008761.html</ref> <ref>http://tidsskriftet.no/article/588706</ref>. Ein [[USA|amerikonsk]] kanning frá [[1998]] av samkyndum dreingjum í framhaldsskúlunum í aldrinum 15 til 22 vísti, at í mun til restina av fólkinum, t.e. javngamlar dreingir, royndu næstan sjey ferðir so nógvir av hesum dreingjum at beina fyri sær, ella ávikavist 28 % og 4 % <ref>http://www.safeschoolscoalition.org/SuicideamongGLByouth.html</ref>.
 
Higartil mest umfatandi [[Norðurlond|norðurlendska]] kanningin av vælferð og umstøðum hjá samkyndum var gjørd í [[1999]] í [[Noreg]]i. Har kom fram, at 16 % av gjeikarunum og 20 % av teimum lesbisku høvdu onkuntíð roynt at forkomið sær <ref>http://kilden.forskningsradet.no/c16880/artikkel/vis.html?tid=43575</ref>. 88 % vóru undir 25 ár, tá ið tey gjørdu hesa roynd. Fjórða hvør menniskja undir 25 ár hevði minst eina sjálvmorðsroynd á baki. Tøl siga ikki allan sannleika, men tey, sum eru nevnd her, benda á, at tíðleikin av sjálvmorðsroyndum í [[Norðurlond]]um er upp til fimm ferðir so høgur millum samkynd sum hjá fólki annars.
 
== Slóðir ==
 
* [http://66.147.242.171/~lgbtfo/ LGBT Føroyar]
* [http://www.fridarbogin.com/ Friðarbogin]
 
== Keldir ==
 
<references/>