Munurin millum rættingarnar hjá "Sámar"

Content deleted Content added
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: ku:Lapon
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Mari_Boine2_Warszawa_Sep2007.jpg|thumb|right|250px|[[Mari Boine]].]]
'''Sámar''' er fólkaslag, sum býr í [[Skandinavia|Norðurskandinavia]], tvørtur um norðara partin av [[Noreg]]i, [[Svøríki]], [[Finnland]]i og inn í [[Russland]]. Landið kalla sámar sjálvir [[Sápmi]].
'''Sámar''' er fólkaslag, sum býr í [[Skandinavia|Norðurskandinavia]], tvørtur um norðara partin av [[Noreg]]i, [[Svøríki]], [[Finnland]]i og inn í [[Russland]]. Landið kalla sámar sjálvir [[Sápmi]]. Einir 30 000 sámar eru í [[Noreg]]i, og hildið verður, at á øllum tí stóra strekkinum eru einir 50 000 sámar tilsamans. Sámar hava búð í [[Finnmark fylke|Finnmørkini]] og kanska eisini nógv eystari og syðri, síðan okkara tíðarrokning byrjaði. Teir vóru friðarlig veiðifólk, ílatin skinnklæði, sum fluttu stað úr stað. Um veturin fóru teir á skíð, og um summarið til gongu við tjøldum sínum. Mest veiddu tey vill [[reindjór]]. Men tá ið villu reindjórini fækkaðust, fóru teir at hava tey tom, og so fóru sámar at rógva.
 
Sunnanífrá komu skattakrevjarar og trúboðar, og seinast í [[18. øld]] fingu skúlin og [[kirkja]]n stóra ávirkan í [[Sámaland]]i. Alt sámiskt skuldi kúgast. Sámar sluppu ikki at brúka [[Sámiskt mál|mál]] sítt, mentan og trúgv sína. Kortini hóraði mangt unnan í tí dulda, og seinastu árini hevur sámisk mentan staðið í besta blóma aftur. Nú vilja fleiri og fleiri vísa, at tey eru sámar. Í [[1986]] fingu sámar sítt egna flagg, og nú royna teir av øllum alvi at draga undan sum sjálvstøðug [[tjóð]]. Í [[1990]] varð lóg samtykt í [[Noreg]]i, sum tryggjar sámum rætt at brúka mál sítt.
 
== Sí eisini ==
 
* [[Sápmi]]
* [[Sámiskt mál]]
 
{{stubbi}}
 
[[Bólkur:Skandinavia]]