Munurin millum rættingarnar hjá "Suðuramerika"

Content deleted Content added
Linja 14:
Jarðfrøðisliga røkkur Suðuramerika frá [[Panamaveitini]], sum sker seg gjøgnum [[Isthmus]] í [[Panama]] og suður í [[Eldlandið]]. Summi rokna [[Norðuramerika|Norður-]] og Suðuramerika sum eitt stórt meginland, og partarnir verða so hvør sær umtalaðis sum meginlanda-øki. Geopolitiskt verður alt [[Panama]] – eisini pettið eystanfyri [[Panamaveitina]] – mangan roknað upp í [[Norðuramerika]], ella kanska meiri neyvt millum londini í [[Miðamerika]].
 
Í jarðfrøðisligum høpi er hampuliga stutt síðan at [[Norðuramerika|Norður-]] og Suðuramerika runnu saman, tí tað eru ikki nógv meiri enn 3 milliónir ár síðan [[Isthmus]] í [[Panama]], varð skapt. Hetta nevna jarðfrøðingar [[Stóra Amerikanska Samanrenningin]]. [[Andesfjøll]]ini eru eisini rímiliga ung og tí enn seismologiskt óstøðug. Hesi fjøll ganga sum ein ryggur suður gjøgnum meginlandið vestantil. Eystanfyri [[Andesfjøll]]ini er tropiskt veðurlag við [[Regnskógur|regnskóg]] og stóra ósanum frá [[AmazonánniAmazoná]]nni. Millum turraru økini í landinum kunnu nevnast [[Patagonia]] og tann sera karga [[Atacama]] [[oyðimørk]]in.
 
Nógvar oyggjar og oyggjabólkar verða eisini taldar við í Suðuramerika, tí tær mangan hoyra til statirnar á meginlandinum. [[Karibiahav|Karibia]] verður tó roknað uppí [[Norðuramerika]]nska økið. – [[Kolombia]], [[Venesuela]], [[Gujana]], [[Surinam]] og [[Franskt Gujana]] eru lond í Suðuramerika, ið liggja út móti [[Karibiahav]]i, og verða tey eisini nevnd [[Karibiskt Suðuramerika]].