[[Mynd:Venice 056.jpg|thumb|right|250px|Vatnveg í Venesia. Venesia er viðgitin fyri sína vatnvegum.]]
'''Venesia''' ([[Italskt (mál)|italskt]]: ''Venezia''; [[Venesianskt (mál)|venesianskt]]: ''Venes(s)ia''; [[Enskt (mál)|enskt]]: ''Venice''; [[Danskt (mál)|danskt]], [[Svenskt (mál)|svenskt]] og [[Týskt (mál)|týskt]]: ''Venedig'') er býur í [[Italia]]. Venesia er suður fyri [[Alpurnar|Alpunum]] á eitt stórt grasland í [[Italia|Norðuritalia]], og hevur umleið 270 túsund íbúgvar. Gamli havnabýurin er av heimsins vakrastu býum. Í honum eru, sum í øðrum italskum býum, nógvir gamlir og vakrir bygningar. Venesia er bygdur á smáar oyggjar í polli, sum var skuldur frá [[Adriahav]]i við [[Lido]]. Í býnum eru 150 gryvjar, og einar 400 brýr eru um tær.
Gamli, venesiski róðrarbáturin, ''gondolin'', verður enn nýttur.