Munurin millum rættingarnar hjá "Jóansøka"

Content deleted Content added
EmausBot (kjak | íkøst)
s r2.6.4) (bottur leggur aftrat: mrj:Юханнус айо
sNo edit summary
Linja 2:
'''Jóansøka''' (á [[Danskt (mál)|donskum]] ''Sankt Hans'') er høgtíð á miðsumri, [[24. juni]]. Jóansøka eitur eftir [[Jóhannes Doyparin|Jóhannesi Doyparanum]] í [[Bíblian|Bíbliuni]]. Sambært [[Lukasar evangelium]] kap. 1, v. 36 var Jóhannes 6 mánaðir eldri enn [[Jesus]], og soleiðis er føðingardagurin ásettur til [[24. juni]].
 
At [[Stevnur í Føroyum|stevna]] verður hildin í [[Suðuroy]]nni er ikki so gamal siður; byrjanin til jóansøku varð, at suðringar í [[1923]] avgjørdu at halda [[ólavsøka|ólavsøku]] á [[Tvøroyri]]. Møguliga komst hetta av, at arbeiðsgevarum ikki dámdi, at stórur partur av arbeiðsstyrkini rýmdi til [[Tórshavn|Havnar]] í fleiri dagar á hvørjum ári. Árið eftir, í [[1924]], broyttist tíðspunktið fyri jóansøkuni kortini til síðst í [[juni]], samstundis sum danir halda [[Skt. Hans]].
 
Jóansøka verður hildin sum bygdastevna í [[Suðuroy]] [[24. juni]] ella nærmasta vikuskifti beint eftir 24. juni. Vanliga er Jóansøkan seinasta vikuskifti í juni. Eins og fleiri av hinum summarstevnunum í Føroyum er [[kappróður]] ein týðandi partur av stevnuni. Stevnan verður hildin annaðhvørt ár í [[Vágur|Vági]] (líka ár) og annað hvørt ár á [[Tvøroyri]] (ólíka ár).