Munurin millum rættingarnar hjá "Mongolia"

Content deleted Content added
s r2.6.5) (bottur broytur: yo:Mòngólíà
No edit summary
Linja 1:
{{Infoboks Land
'''Mongolia''' er lýðveldi í [[Asia]].
| uppruna_navn = [[Mynd:Monggol ulus.svg|50px]]
| navn = Mongolia
| mynd_flagg = Flag_of_Mongolia.svg
| mynd_skjald = Coat_of_Arms_of_Mongolia.svg
| motto = Onki
| mynd_positión = Mongolia_(orthographic_projection).svg
| alment_mál = [[Mongolskt mál|Mongolskt]]
| høvuðsstaður = [[Ulan Bator]]
| fullveldi = [[29. desember]] [[1911]]<br/>(frá Kingríkið)
| løgmaður_heitið = Forsætisráðharri
|løgmaður= [[Sükhbaataryn Batbold]]
| forseti_heitið = Forseti
| forseti = [[Tsakhiagiin Elbegdorj]]
| vídd = 1,564,115.75
| vatn = 0.43 %
| íbúgvar = 2,754,685
| íbúgvar_ár = 2011
| íbúgvar_km2 = 1.76
| gjaldoyra = Tugrik (MNT)
| tíðarzona = [[UTC]] +7 og +8
| tjóðsangur = "Mongol ulsyn töriin duulal"
| alnet_økisnavn = [[.mn]]
| telefon_landakota = 976
| spenningur =
| viðmerkingar =
|}}
 
'''Mongolia''' ([[Mongolskt mál|mongolskt]]: ''Монгол улс''), eisini nevndur '''Ytra-Mongolia''' <ref>http://www.infoplease.com/ipa/A0107796.html</ref>, er eitt stórt land í [[Asia|Miðasia]]. Í norðri hevur Mongolia mark við [[Russland]] og í eystri, vestri og suðri við [[Kina]]. [[Ulan Bator]] er [[høvuðsstaður]]in og størsti býurin. Høvuðsstaðurin í Mongolia er miðdepil í landsins vega- og jarnbreytakervi. Fyri hundrað árum síðan var [[Ulan Bator]] lítil landsbýur, men [[Kommunisma|kommunistastyrið]] gjørdi býin til stórbý.
{{stubbi}}
 
Fjarskotna og strálbygda landið Mongolia var einaferð miðdepil í einum stórum heimsríki. Í [[13. øld]] legði mongolhøvdingin [[Djengis Kan]] undir seg ovurstórt heimsríki, ið fevndi um meginpartin av [[Asia|Miðasia]] og [[Kina]]. Tá ið hann doyði, var sagt, at tað var næstan eitt ár at ríða úr øðrum enda í annan í ríki hansara. Sonarsonur hansara [[Kublai Khan]] tók við eftir hann, men í [[14. øld]] legði [[Kina]] stórar partar av ríkinum undir seg aftur.
 
== Søga ==
[[Mynd:KhitanHorseman.jpg|thumb|right|250px|Djarvur reiðmaður.]]
[[Mynd:Djengiz_Khân_et_Toghril_Ong_Khan.jpeg|thumb|right|250px|[[Djengis Kan]] og Ong Kan.]]
=== Hendingarøð ===
 
* 1163: [[Djengis Kan]], sum stovnaði mongolska heimsríkið, verður føddur í Mongolia.
* 1206-1400: Ein maður og ætt hansara ráddu í bæði [[Asia]] og [[Evropa|Eysturevropa]] hesa tíðina, [[Djengis Kan]], sum bygdi mongolska ríkið. Úr [[Korea]] fyri eystan til [[Ukraina]] fyri vestan slapp eingin undan hansara ágangandi mongolsku hermonnum.
* 1206: Temudjin vinnur Mongolia. Mongolskir ættbólkar velja [[Djengis Kan|Djengis]] til kan (valdsharra).
* 1206: Djengis Kan stovnar Mongolríki. Mongolar hertaka [[Asia]].
* 1211: Mongolar gera innrás í [[Kina]].
* 1215: Djengis Kan kringsetur og tekur [[Beijing]] í [[Kina]].
* 1218: Mongolar gera innrás í [[Iran]].
* 1221: Mongolar gera innrás í [[Russland]].
* 25. august 1227: [[Djengis Kan]] doyr. Sonurin Ogotay tekur við.
* 1237: Abbasonur Djengis Kan, Batu, ger innrás í [[Siberia|Norðursiberia]].
* 1240: Batu ger innrás í [[Pólland]]i og [[Ungarn]] í [[Evropa]].
* 1260: Kublai Kan, abbasonur [[Djengis Kan]], verður stórkanur yvir øllum mongolum.
* 1260: Stríðsmenn úr [[Egyptaland]]i, mamelukkar, vinna á mongolum.
* 1279: Kublai viðurkendur valdsharri í [[Kina]]. Kublai Kan vinnur á [[Kina]].
* 1281: Mongolar leypa á [[Japan]] við stórum herflota, men ganga burtur í einari melduródn. [[Japan]]ar halda tað vera storm sendan oman av himni.
* 1294: Kublai doyr.
* 1368: Mongolarnir verða riknir úr [[Kina]]. Mingherdeildir reka mongolar úr [[Kina]].
* 1370: Timur Lenk savnar tey trý vestaru kanatini.
* 1395: Timur Lenk, eftirkomari Djengis Kan, tekur stórar partar av Suðurrusslandi.
* 1398: Timur Lenk tekur Delhi í India.
* 1402: Temur Lenk sigrar á osmannum við Ankýra.
* 1405: Timur Lenk doyr.
 
=== Mongolar ===
 
Mongolar vóru fólkasløg, sum livdi á skógarleysu víddunum í Landnyrðingsasia. Mongolar búðu í rundum tjøldum, jurtum. Konurnar fluttu tey stað úr stað í vognum. Ættbólkarnir flakkaðu um mongolsku grasfløturnar við alidjórum. Tey høvdu t.d. [[ross]], geit, neyt og [[Seyður|seyð]]. Teir livdu mest á [[ross]]abaki, og við teimum fekk [[Djengis Kan]] gjørt tátíðar sterkasta her. Teir brúktu nýggjastu vápnini, til dømis bæði krút og roykbumbur, so at eigin sá teir í álopi. Mongolar gjørdu avbera góðar bogar úr horni, viði og [[djór]]asinum. Tí vóru bogarnir ótrúliga sterkir.
 
Mongolar vóru tiknir úr leikum sum bogaskjótarar, og teir dugdu at spenna bogan, medda og skjóta, meðan rossið tvísporaði. Teir funnu upp oddar, sum fóru ígjøgnum herklæði, hvínandi ørvar at bákna við og ørvar við smáum spreingiknøttum á oddinum. Allar hernaðaratgerðir vóru lagdar væl til rættis, og á rossabaki fóru teir ótrúliga skjótt víða. Altíð megnaðu teir at savna megina, tá ið mest á stóð, og teir herjaðu og brendu allastaðni. Teir loyptu ræðslu á fólk, hagar teir komu.
 
Seinast í [[12. øld]] savnaði máttmikil høvingi, [[Djengis Kan]], flakkandi ættbólkarnar í [[Siberia|Suðursiberia]]. Ættbólkarnir vóru mongolar, og honum eydnaðist at skipa fólkið í stóran og máttmiklan her. Herur Djengis Kans var mannaður við reiðmonnum, ið vóru tiknir úr leikum við boganum. Mongolsku reiðmenninir høvdu ein boga, tveir ørvahúsar og einar 30 ørvar. Teir dúgligastu riðu til tey fjarskotnastu mongolsku hjálondini og komu heimaftur við tíðindum um bardagar og um viðurskiftini í fjarskotnu londunum. Reiðmenninir stýrdu rossunum við beinunum bara og høvdu stríðsvápn í hendi.
 
Tey búðu í rundum tjøldum, sum tey tóku við sær, so hvørt tey fluttu. Konurnar koyrdu tjødini á vagnum, og menninir veiddu, røktaðu [[djór]]ini og seldu tey fyri metal og korn.
 
=== Veldi Djengis Kans ===
 
Mongolar vóru flakkfólk í [[Asia|Miðasia]]. Í [[1206]] var máttmesti høvdingur teirra, 39 ára gamli [[Djengis Kan|Temudjin]], valdur til kan (valdsharra), og nevndi seg Djengis (prinsur av øllum, sum millum heimshøv er). Hann setti sær sum mál at leggja allan heimin undir seg. Í [[1211]] gjørdi herur hansara innrás í [[Kina]], og í 1215 tók hann ''Zhongdu'', seinni kallaður Peking, nú [[Beijing]]. So herjaðu teir í Miðasia, [[Afganistan]] og stórum pørtum í [[Iran]]. Tá ið [[Djengis Kan]] doyði í [[1227]], var tað, sum hann sjálvur tók til, eitt ár at ríða úr enda í annan í ríki hansara. Eftirkomarar hansara tóku stutt eftir [[Siberia|Suðursiberia]] og herjaðu eitt stutt skifti í Eysturevropa. Teir vunnu sær valdið yvir syndraðu ríkjunum í [[Russland|Norðurrusslandi]] og gjørdu tey til skattlond síni.
 
Ættfólk [[Djengis Kan|Djengisar]] helt fram at leggja lond undir seg. Tey tóku [[Irak]] og tað, sum eftir var av [[Iran]]. Abbasonurin [[Kublai]] varð valdur til stórkan í 1260. Hann flutti til [[Beijing]], týndi Songríki fyri sunnan og varð viðurkendur keisari yvir øllum [[Kina]] í 1279. Kublai var bæði krígsmaður og politikari. Hann gav boð um, at gera vegir, so samband var við fjarskotnastu landslutirnar í ríkinum, læt vælgerðarstovnar gera til sjúk og gjørdi matgoymslur, skuldi hungursneyð komið. Ymsu partarnir í ríkinum gjørdust, sum tíðin leið, sjálvstøðugir. Kublai Kan hevði ikki ræðið yvir [[iran]]ska kanatinum ella Gylta fylgis-kantinum í [[Russland|Suðurrusslandi]].
 
== Politikkur ==
 
Meginpartin av [[20. øld]] hevur landið verið [[Kommunisma|kommunistiskt]], og tað hevði gott samband við [[Sovjetsamveldið]], til fólkavalt stýrið tók við í [[1990]] <ref>http://news.bbc.co.uk/2/hi/asia-pacific/6252741.stm</ref>. Ávirkanin úr Sovjetsamveldinum sæst týðiliga á mongum almennum húsum í [[Ulan Bator]].
 
== Landafrøði ==
[[Mynd:OmnogoviLandscape.jpg|thumb|right|250px|[[Gobioyðimørk]].]]
M.a. Mongolia, [[Siberia]], [[Kina]], [[Korea]], [[Japan]] og [[Landsynningsasia]] eru lond í ''Fjareystri'' <ref>http://www.thewanderers.co.in/country/mongolia</ref>.
 
Bæði [[Manchuria]] og [[Innara-Mongolia]] hava síðan [[1950]] hoyrt til [[Kina|kinesiska]] samveldið <ref>http://www.chinatoday.com/city/inner_mongolia.htm</ref>. Mongolia er tann parturin av Mongolia, sum liggur næstur [[Kina]]. Hin parturin av Mongolia gongur undir navninum Tjóðveldið Mongolia ella Ytra-Mongolia.
 
Fyri norðan og vestan er Mongolia umgirt av høgum fjøllum, og fyri sunnan er [[Gobioyðimørk]].
 
=== Veðurlag ===
 
Veðurlagið er harðført, summarið stutt og veturin kaldur og langur. Veðurlagið í Mongolia er temprað landveður og turrligt bæði summar og vetur. Serliga har suðuri ber av. Og har er eisini ein stór [[oyðimørk]], sum eitur [[Gobioyðimørk|Gobi]]. Nakað av landinum er tó steppa ella vaksið við gras. Har ganga hirðar við [[Kamelur|kamelum]] og [[Seyður|seyðafylgjum]]. Nakað av fólkinum har er fastbúgvandi og dyrkar jørðina.
 
== Búskapur ==
 
Stórt náttúrutilfeingi er í landinum, helst [[olja]] og kol, men tað var ikki fyrr enn í [[1990-árini|1990-árunum]], at farið var at vinna út hetta tilfeingið.
 
=== Landbúnaður ===
 
Flakkbøndurnir í Mongolia fara víða um við fenaði sínum, vanligastu [[djór]]ini eru jakkneyt og onnur neytasløg, geit, [[seyður]] og [[Kamelur|kamelar]]. Um summarið verður fenaðurin rikin langt niðan í fjøllini, har hann gongur á biti, til veturin kemur, og farið verður oman aftur á slættlendið. Jakkneytið hevur lagað seg til harðføra veðurlagið í Mongolia, og tað veitir bóndunum mjólk, [[kjøt]], smør og ull. Tey nýta serlig, strýtuskapað tjøld, nevnd ''jurt''. Enn á okkara døgum búgva summir mongolar í jurtum.
 
== Fólkið ==
[[Mynd:Gurvger.jpg|thumb|right|250px|Jurtur.]]
Fólkið í [[Asia|Eysturasia]] er runnið av tí mongolættindi, sum mong fólk í [[Landsynningsásia]], [[Upprunaamerikanarar|indiánararnir]] í [[USA]] og "skrælingararnir" í bæði [[Grønland]]i og [[Kanada]] eisini eru sprotnir av. Mesta fólkið býr miðskeiðis í landinum, har tey liva av at halda fenað á víðu grasfløtunum.
 
Mangir mongolar eru framúr kringir á [[ross]]abaki. Alt frá tí barnið dugir at sita, lærir tað at ríða, og longu trý ára gamalt hevur tað tamarhald á rossi. [[11. juli]] á hvørjum ári kunnu tey vísa, hvat tey duga, tí tá er Nadamstevnan, ið verður hildin um alt landið. Tá verður m.a. kappast í kappríðing, glíming og bogaskjóting.
 
Í tey seinastu 100 árini eru millióntals [[Kina|kinesarar]] fluttir úr Kina til Mongolia at búgva, so nú er upprunafólkið við minniluta.
 
== Keldur ==
<references/>
 
{{commons|Mongolia}}
 
{{Asia}}