Munurin millum rættingarnar hjá "Simbabvi"

Content deleted Content added
Linja 72:
Nú á døgum siga óførar toftir frá Simbabvi Mikla, sum var ein týðandi politiskur, handilsligur og [[Átrúnaður|átrúnaðarligur]] miðdepil, sum blómaði sunnarlaga í [[Afrika]] í árunum 1000-1500. Tað ríkaði seg av neytahaldi og handli við jarni, gulli og kopari. Tey komu við vøruni til havnina í [[Mosambik]]. Haðani fór hon við skipi norðureftir fram við eysturstrond [[Afrika]] til [[Arábia]]. Umboðsmenn úr Simbabvi vórðu eisini sendir í fjarskotin lond við gávum til fremmandar valdsharrar, sum teir vildu hava gott handilssamband við.
 
Í [[9. øld]] livdi eitt fólk, sum dyrkaði jørðina og helt fenað, á víða Simbabvislættanum ímillum áirnar [[Sambesiá|Sambesi]] og [[Limpopoá|Limpopo]] sunnarlaga í [[Afrika]]. Tey komust eftir, at til bar at vinna gull úr námum tætt við. Tey fóru at selja gull í grannalondunum, og í [[13. øld]] varð kopar og gull flutt út til Árabia og tvørtur um [[Indiahav]] til [[Asia]] í býti við aðra vøru, til dømis postalín úr [[Kina]]. Summir afrikanarar nýttu postalínskúvingin sum [[gjaldoyra]]. Valdhavarnir í Simbabvi fingu stóra inntøku av handlinum og fingu á føtur og bygdu eitt máttmikið og múgvandi ríki.
 
Í [[12. øld]] fóru simbabvar at laða stórar grótgarðar, ''masimbabve''. Tá vórðu laðaðir tjúkkir múrar við stórum tornum uttan um gomlu garðarnar. Menn, vápnaðir við spjótum og skjøldrum, vardu býarmúrin. Býarmurarnir vóru úr stórum granittklettum. Ta tíðina var býurin týðandi politiskur, handilsligur og [[Átrúnaður|átrúnaðarligur]] miðdepil. Valdhavin og fólk hansara búðu í rundum hálmtaktum húsum innan fyri býarmúrin.
 
Høvuðsborgin í Simbabvi varð bygd eftir 400 árum. Seinni rýmdu fólkið úr henni, tí at markirnar har í kring vórðu ikki nóg fruktagóðar at breyðføða fólkið. [[Fuglur|Fuglar]] úr skornum fitisteini stóðu á súlum í eini girðing við borgina í Simbabvi. Ein av hesum fuglum gjørdist tjóðarmerki hjá ríkinum Simbabvi, tá ið [[apartheid]]stýrið hjá teimum hvítu fall í [[1980]].
 
== Politikkur ==