Munurin millum rættingarnar hjá "Vága Floghavn"

Content deleted Content added
No edit summary
sNo edit summary
Linja 4:
== Søgan ==
 
Vága Floghavn er upprunaliga hernaðarfloghavn bygd undir [[Seinni heimsbardagi|Seinna heimsstríði]]. Fyrst í [[1960-árini|sekstiárunum]] gjørdist tørvurin á flogferðslu til [[Føroyar]] so mikið stórur, at farið varð undir at nútímansgera floghavnina við m.ø. hentleikum til ferðafólk. [[1. juli]] [[1963]] lat floghavnin upp fyri vanligari flogferðslu, og fyrsta flogfarið eftir hetta lendi [[17. juli]]. Fyrstu tíðina vóru einans skrúvuflogfør nýtt. Síðani [[1977]] hava eisini nýmótans jettflogfør røkt rutusambandið til floghavnina.
 
[[Atlantsflog]] fór í [[1988]] at flúgva millum [[Danmark]]ar og Føroya. Fyrstu tíðina átti danskt felag í flogfelagnum. Seinni gjørdist tað føroyskt burturav og flýgur nú eisini til t.d. [[Noreg]]s, [[Skotland]]s og [[Reykjavík]]ar.
 
[[Statens Luftfartsvæsen]] hevði umsitingina av floghavnini um hendi frá [[1963]] til [[30. apríl]] [[2007]]. [[1. mai]] [[2007]] yvirtók [[Føroya Landsstýri]] Vága Floghavn. Frá sama degi er floghavnin landsstovnur undir [[Vinnumálaráðnum]].