Munurin millum rættingarnar hjá "Keypmannahavn"

Content deleted Content added
FoxBot (kjak | íkøst)
s bottur broytur: ckb:کۆپنھاگن
sNo edit summary
Linja 25:
'''Keypmannahavn''' ([[Danskt mál|Danskt]]: ''København'', [[Latín mál|Latín]]: ''Hafnia'') er [[høvuðsstaður]] [[Danmark]]ar. Hann er størsti býur og handilsmiðdepil í [[Danmark]]. Ferðafólk, ið ganga í trongum, gomlum gøtum ella á gitnu gongugøtuni [[Strøget]], koma skjótt fram á gamlar [[Kirkja (hús)|kirkjur]], áhugaverdir marknaðir og vøtn og tjarnir. Mangir keypmannahavnarar eru at síggja á súkklu, og súkklubreytir eru lagdar út til forstaðirnar, har fólk í býnum hava summarhús síni.
 
Keypmannahavn er landsins størsti býur. Har búgva fleiri enn 500 túsund fólk, og býurin er miðdepil í handli og ídnaði. Býurin er eisini [[høvuðsstaður]], har býr drotningin, og har eru Fólkatingið og stjórnin. Í miðbýnum eru sjónleikarhús, forngripasøvn, [[Kirkja (hús)|kirkjur]] og mong stór handilshús. Býarpartarnir eru nógvir, t.d. [[Vesturbrúgv]], [[Norðurbrúgv]] og [[Eysturbrúgv]]. Millumtjóða floghavnin í Keypmannahavn, [[Kastrup Flogvøllur|Kastrup]], hevur flogsamband við allar heimspartarnar.
 
== Søga ==
Linja 41:
== Ferðsla ==
 
Í stórbýum sum Keypmannahavn er nógv fartan aftur og fram. Fólk, sum arbeiða í øðrum býarparti, enn har tey búgva, mugu fara hvønn dag ímillum heim og arbeiði. Í Keypmannahavn arbeiða uml. 2/3 í aðrari kommunu enn teirri, tey búgva í. Tí er nógv ferðsla tíðliga um morgunin, tá ið fólk fer til arbeiðis, og seint seinnapartin, tá ið fólk kemur heim aftur. Nógv av hesum fólkum í Keypmannahavn koyra sjálv, men nógv brúka eisini almenna ferðasambandið: bussar og tok. Í Keypmannahavn eru fleiri enn 100 bussleiðir, sum binda allan býin saman. Í Keypmannahavn eru eisini tokleiðir, S-tok, sum flyta fólk stað úr staði bæði skjótt og væl. Hvønn dag fara eini 200.000 fólk úr forstaðunum til sjálva Keypmannahavn til arbeiðis. Flogvøllurin í Keypmannahavn er [[Kastrup Flogvøllur]].
 
== Bøkur ==