Munurin millum rættingarnar hjá "Kappróður"

Content deleted Content added
Rættaði leinkjur til onnur mál, greinin vísti til aðrar greinar um rógving og ikki til kappróður.
sNo edit summary
Linja 3:
'''At rógva kapp''' er elligomul [[Ítróttur|ítróttagrein]]. Frá gamlari tíð hevur verið vanligt, at [[Bátur|bátar]] hava róð kapp, eitt nú á grindaferð ella aftur av útróðri. Tað hevur tó ikki verið undir skipaðum viðurskiftum, men meira tilvildarliga, tá tað bar so á, at bátar fóru somu leið samstundis.
 
Seinni, serliga eftir at [[Føroyar|føroyski]] [[Róðrarbátur|róðrarbáturin]] hevði mist sín týdning sum álitið í útróðri, varð farið undir at skipa fyri kappróðri á [[Ólavsøka|Ólavsøku]] og til aðrar [[Bygdastevna|stevnur]]. Fyrstu árini var tað mest við teimum [[Batur|bátum]], ið vóru til taks, men seinnu árini hava menn latið smíðað bátar til kappróður. Kendastu [[Bátasmiður|bátasmiðirnir]] á hesum øki eru [[Niklas í Koltri]] og seinni [[Sámal Hansen (bátasmiður)]].
 
Kappingarnar verða nú skipaðar undir [[Róðrarsamband Føroya|Róðrarsambandi Føroya]], [[RSF]], sum er eitt av sersambondunum í [[Ítróttasamband Føroya|Ítróttasambandi Føroya]], [[ÍSF]].