Munurin millum rættingarnar hjá "Skjaldbøkur"

Content deleted Content added
Kmoksy (kjak | íkøst)
No edit summary
sNo edit summary
Linja 13:
'''Skjaldbøkur''' (frøðiheiti - ''Chelonia'', ''Testudines'' ella ''Testudinata'') er ein bólkur av [[Skriðdýr|skriðdjórum]]. Skjaldbøkur eru býttir sundur í 270 ymisk sløg. Tey halda til í heitum [[Sjógvur|sjógvi]] í [[Atlantshav]]i, [[Indiahav]]i og [[Kyrrahav]]i. Skjaldbøkur eru ymiskar til støddar; tann stóra leðurskjaldbøkan verður 1-3 metrar long og vigar upp ímóti 920 kg. Tann vanliga [[eysturamerikanska móruskjaldbøkan]] verður bara 7-12 cm. [[Súpanarskjaldbøka]]n og aðrar [[havskjaldbøkur]] kunnu svimja 30 km/t. Skjøldurin er umleið 60 samanvaksnar beinplátur. Bakskjøldurin er kúputur; búkskjøldurin er flatari. [[Landskjaldbøkur|Landskjaldbøka]] er lítið broytt seinastu 200 mió. árini. Summar [[landskjaldbøkur]] verða eldri enn 100 ár.
 
Í øllum heiminum verður roknað við, at yvir 1 millión [[Fuglur|sjófuglar]] og 100.000 [[Súgdjór|havsúgdjór]] og skjaldbøkur doyggja árliga, tí tey gerðast føst í ella eta burturkast.
 
[[Bólkur:Skriðdjór]]