Munurin millum rættingarnar hjá "Gamla Testamenti"

Content deleted Content added
Luckas-bot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: be:Стары Запавет
No edit summary
Linja 4:
== Tær heilagu bøkurnar í Gamla Testamenti ==
 
[[Bíblian]] byrjar við [[Mósebókunum]], sum eru fimm í tali. Tann fyrsta bókin sigur okkum um skapanina, og hon endar við deyða [[Jósef]]s. Í hinum fýra bókunum stendur søga [[ísrael]]smanna, frá tí at [[Móses]] var føddur, og til hann doyði. [[Jósvabókin]] sigur okkum um [[Jósva]], hvussu [[ísrael]]smenn komu inn í [[Kánáanland]]. [[Dómarabókin]] sigur frá dómarunum inntil [[Eli]]. [[Rutarbók]] sigur søguna um [[Rut]], ættarmóður [[Dávid]]s. Báðar [[Sámuelsbøkurnar]] siga frá [[Eli]] og [[Sámuel]]i, dómarunum báðum, og frá kongunum, [[Sául]]i og [[Dávid]]i. Tvær [[kongabøkur]] siga frá seinastu døgum [[Dávid]]s til útlegdina í [[Bábylon]]. Tvær [[Krýnikubøkur]] eru frásagnir um ættarlið; síðan siga tær tað sama sum [[Kongubøkurnar]]. [[Ezrabókin]] og [[Nehemiabókin]] siga frá heimkomuni úr [[Bábylon]]. [[Ezterarbókin]] sigur frá einari [[Jødadómur|jødiskari]] gentu, sum verður drotning [[Áhasverusar]] (Kserkesar), kongin í [[Persaríki]]. [[Jobsbókin]] sigur okkum um ein sera tolnan mann, sum eitur [[Job]]. Hon lærir okkum at taka alt av [[Gud]]s hond. [[Sálmarnir]], sum koma aftan á [[Jobsbók]], eru andligir sangir. [[Dávid]] hevur yrkt nógvar av teimum. [[Orðtøk Sálomons|Orðtøkini]], [[Prædikaran]] og [[Hásongin]] hevur [[Sálomon]] skrivað partar av. At enda koma [[Harmljóðini]] og bøkurnar hjá profetetunum: 4 stórar og 12 smáar. Profetabøkurnar hava nógvar spádómar, lærdómar og áminningar.
 
=== Bøkurnar ===
Linja 29:
* [[Job]] (Jobsbók)
* [[Sálmarnir]]
* [[Orðtøk Sálomons|Orðtøkini]] (Orðtök Sálomons)
* [[Prædikarin]]
* [[Hásongurin]]