Munurin millum rættingarnar hjá "Lundi"

Content deleted Content added
Linja 32:
Í Føroyum eru gott 550000 pør av Føroyskum lundum. Føroyski lundin er 26-29 cm til longdar, og longdin á veingjunum er tilsamans 47-65 cm, og hann vigar o.u. 400g, hevur eitt sera eyðkent nev reytt, gult og blátt, hann etur fisk (sild, lodnu, smolt o.s.f.), æti og høgguslokk.
Eingin veit rættiliga at siga, hvussu gamlir teir verða, men tann elsti sæddi var o.u. 68 ára gamalur.
Lundin verpur millumum hálvan mai til fyrsta september. Hann grevur sær eina holu, so mikið djúpt, at armurin á einum manni ikki røkkur á botn, ella finnur hann eitt hol undir einum steini ella millum klettar. Vildu teir hava lundalandið størri, gróvu teir eitt sindur niður í tann seiga svørðin við einum lundaknavara og lótu so lundan grava tað, ið í restaði. Lundin verpur so 1 egg og liggur á egginum í 39-42 dagar, har ið makarnir skiftast um at verma eggið. Síðan fara pisurnar frá reiðrinum 35-56 dagar aftan á, at tær eru komnar úr egginum.
Lundi er veiddur í meira enn 300 ár, og vit føroyingar fóru at fleyga lunda, tí vit áttu ikki so nógv av mati her í Føroyum, og lundi var so tað, sum vit valdu at eta. Men so varð hann ov nógv veiddur, helst tí at teir tóku ov nógv pør við eggi at passa, so fyri at lundin skuldi ikki doyggja út av hesum, máttu teir seta eitt tíðarskeið, ið var best fyri lundan, og har ið pisan er komin úr egginum. Teir settu so eitt tíðarskeið frá 2. juli til miðjan august, og síðan tá hava vit so veitt lunda í hesum tíðarskeiði.
Lundin verður veiddur á tann hátt, at veiðimaðurin situr á eggjini ella verður hann sigin niður í bergið, har teir síðan bera ta 6 alin (3,6 m) longu fleygasteingina upp. Fuglarnir flúgva so í netið, men verri er, tá ið nógvur gamal lundi er, tí gamli lundin sleppur meira enn einaferð undan netinum.