Munurin millum rættingarnar hjá "Sjavsur"

Content deleted Content added
s Rætting og neyvari
Rætting og neyvari
Linja 3:
'''Sjavsur''' (úr [[týskt mál|týskum]] ''Schafskopf'' og merkir seyðarhøvd) er eitt [[kortspæl]] til tveir, tríggjar ella fýra spælarar, men fýra er mest vanligt. Spælarirnir eru býttir í tveir partar. Í '''fýramanssjavsi''' sita tey, sum eru í parti, yvirav hvørjum øðrum. Í '''trímanssjavsi''' er tann, ið hevur meldið, einsamallur ímóti hinumbáðum.
 
Í sjavsi er endamálið fyrst at koma úr 24 dystarstigumstigum niður á 0 og harvið fáa ''krossin'', tí ein krossur verður skrivaður, tá ið ein vinnur. Sagt verður eisini ''skulu vit taka ein kross?'', tá ið ein ætlar at spæla sjavs.
Fyri hvønn kross skulu fleiri spøl til, sum hvørt gevur ávíst tal av dystarstigumstigum, heilt úr 2 upp í 24.
 
== Spælið ==
 
Í sjavsi verða 32 kort nýtt, kortini 2-6 eru ikki við. Kortini verða so býtt út ímillum spælararnar, so hinir spælararnir ikki síggja, hvat hvør fær. Í '''fýramanssjavsi''' fær hvør spælari 8 kort. Vanliga byrjar tann, sum skrivar, at geva. Gevarin blandar væl og plagar at leggja bunkan frammanfyri spælaran høgru megin. Hesin antin ''bankar'' ella ''tekur av''. Bankar spælarin, verða øll 8 kortini til hvønn spælara givin í senn, tekur hann av, verða 4 kort givin í senn.
 
Er skeivt givið, og kortini eru upptikin, skal gevast av nýggjum.
 
=== Meld ===
Line 56 ⟶ 58:
Hinir litirnir verða fúsir.
 
=== StigEygur ===
 
Í sjálvum spælinum ræður nú um at fáa fleiri stigeygur enn mótparturin, og helst so nógv stigeygur sum til ber. Tað verður gjørt við at vinna [[stikk]], sum telja mest, tí ymsu kortini telja ymiskt. Tó er eingin munur á trumfi og fúsi.
 
{| class="wikitabel"
! Kort
! StigEygur
|-
|Ess
Line 84 ⟶ 86:
|}
 
Hetta gevur 120 stigeygur tilsaman. So tann, ið fær fleiri enn 60 stigeygur, hevur vunnið. Tað kann eisini enda javnt ella ''stanton'', tá eru 60 stigeygur í part. Hevur ein partur ikki minst 31 stigeygur, er hann ikki [[jannfríur]], tá fær vinnari í fleiri førum fleiri dystarstigstig enn, um taparin var jannfríur. Fær ein partur øll stikkini, so [[vola|volar]] hann.
 
=== Útspæl ===
Line 92 ⟶ 94:
Tá spælari hevur spælt út, skulu hinir spælararnir bekenna kulør, um tað ber til. Verður trumfur spældur út, skal ein bekenna við trumfi. Verður fúsur spældur út, skal ein bekenna við tí liti, sum verður útspældur. Ber ikki til at bekenna, kann ein spæla okkurt út.
 
Verður fúsur spældur út, kann annar spælari ''stinga'' við at spæla trumf út, um hann ikki kann bekenna. Er stikk stungið, kann ein av næstu spælarunum ikki spæla ein lægri trumf út, (stinga undir) enn tann, sum hevur stungið. Tað verður eisini rópt ''at stinga í skadni''. Undantakið er, um spælarin einki annað hevur at spæla út.
 
=== Vinna stikk ===
Line 105 ⟶ 107:
Tann, sum hevur hægsta trumf í einum stikki, eigur tað.
 
Tað er loyvt at síggja seinasta stikk, so leingi ikki er spælt út til næsta stikk, ella næsta stikk liggur opið á borðinum.
=== Dystarstig ===
 
=== DystarstigStig ===
Tá ið eitt spæl er liðugt, fær tann parturin, sum hevur vunnið, dystarstig. (Í vanligari talu verður dystarstig ikki brúkt, men bara talið sjálvt. T.d. fær ein partur 4 og ikki 4 dystarstig. Men her verður tað brúkt fyri at skilja ímillum hesi dystarstigini, og stigini frá sjálvum spælinum).
 
Tá ið eitt spæl er liðugt, fær tann parturin, sum hevur vunnið, stig.
 
DystarstiginiStigini verða givin soleiðis:
 
{| class="wikitabel"
! Meld
! Vinnari
! DystarstigStig til meldarapart
! DystarstigStig til mótpart
|-
|Simpult meld
Line 128 ⟶ 132:
|-
|Simpult meld
|Mótpartur fær minst 60 stigvinnur
|
|align="right"|4
Line 153 ⟶ 157:
|-
|Kleyvarameld
|Mótpartur fær minst 60 stigvinnur
|
|align="right"|8
Line 172 ⟶ 176:
|align="right"|(4)
|-
|Altíð
|Eingin meldar
|Stanton, t.e. at báðir partar fáa 60 eygur. Vinnarin av næsta spæli fær 2 ella 4 stig afturat alt eftir, um tað meldið er í simplum ella kleyvari
|Báðir partar fáa 60 stig
|align="right"|0(2-4)
|align="right"|0(2-4)
|-
|}
Line 187 ⟶ 191:
Tann sum eigur meldið, er einsamallur ímóti hinum báðum, sum eru í parti.
 
Áðrenn fyrsta kort verðu spælt út, kann meldarin skifta eitt ella bæði tvey kortini á borðinum um við eitt ella tvey kort í hondini. Meldarin sleppur ikki at síggja kortini á borðinum, áðrenn hann býtur um. Bæði kortini, sum nú eru á borðinum, telja við í stigunumeygunum hjá meldaranum.
 
Dystarstigini verða skrivað í tríggjar teigar, ein fyri hvønn spælara, tí at hvør er í parti, kann skifta fyri hvørt spæl. Um meldarin ikki vinnur, so fáa hinir báðir spælararnir tey stigini, sum reglurnar siga omanfyri.