Munurin millum rættingarnar hjá "Aleksandur Mikli"

Content deleted Content added
s r2.6.1) (bottur leggur aftrat: sc:Lisandru Mannu
RgC (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:BattleofIssus333BC-mosaic-detail1.jpg|thumb|right|250px]]
Eftir bara 13 árum gjørdi '''Aleksandur Mikli''' ([[Grikskt (mál)|á grikskum]]; ''Αλέξανδρος ο Μέγας'' orella ''Μέγας Aλέξανδρος'') ([[juli]] [[356 f.Kr.]] - [[juni]] [[323 f.Kr.]]) [[Grikkaland|grikska]] kongsríki sítt til stórveldi heilt eystur ímóti [[India]]. Hann var sonur [[Filip 2. av Makedónia|Filip 2.]] í [[Makedónia]] ([[382 f.Kr|382]]-[[336 f.Kr.]]) og var frá ungum árum á herferð við pápanum. Tá ið hann tók við eftir pápan, var hann virdur fyri sítt dirvið sum hermaður og síni framúrskarandi evni sum herovasti. Hann setti sær fyri at røkka tí máli, pápin hevði miðað ímóti, at sleppa [[Grikkaland|grikskum]] londum undan [[Persia|persiskum]] yvirræði, og frá [[334 f.Kr|334]] til [[330 f.Kr.]] tók hann [[Sýria]], [[Lítlaásia]], [[Fønika]], [[Persia]] og [[Egyptaland]]. Í [[Egyptaland]]i bygdi hann býin [[Alexandria]]. Hann helt leiðina eystur til [[India]]lands, men mátti venda aftur, tí at [[Persia|persar]] høvdu gjørt uppreistur. Aleksandur doyði í [[323 f.Kr.]], barnaleysur, so ríkið var skift ímillum fremstu herovastar hansara.
 
Tá ið Aleksandur doyði, var ríkið hansara vestan úr [[Makedónia]] og eystur at ánni [[Indus]]. Til tess at styrkja um valdið í londunum, hann hevði tikið, eggjaði teimum til at gifta seg við gentum úr hersettu londunum.