Munurin millum rættingarnar hjá "Franklin D. Roosevelt"

Content deleted Content added
Nýggj síða: {{Infoboks Lívssøga | navn = Franklin D. Roosevelt | mynd = FDR_in_1933.jpg | mynd_stødd = 220px | mynd_heitið = Franklin D. Roosevelt í 1933 | fø...
 
Linja 19:
== New Deal-politikkur Roosevelts ==
 
Undir valstríðinum hevði hann nýtt rakstrarrópið "New Deal", t.v.s. at kortini skuldu gevast av nýggjum til tess at fáa [[USA]] búskaparliga aftur á føtur. "New Deal"-politikkur hansara eydnaðist bara fyri ein part, tí hann fekk ikki vent gongdini av álvara, men hann fekk gjørt tað, at [[Heimskreppan|kreppan]] ikki vaks. Tað var ikki fyrr enn ímóti endanum av [[1930-árini|1930-árunum]], at amerikanski búskapurin rættiliga fór í gongd aftur, og tá var tað hernaðardubbingin, ið beindi fyri arbeiðsloysinum.
 
Hesi tiltøk gjørdu, at Rooseveltstjórnin kom í hornatøkur við [[USA|amerikanska]] hægstarættin, sum í [[1935]] gjørdi úrskurð, ið segði, at fleiri av tiltøkunum hjá Rooseveltstjórnini vóru ikki í samstarvi við stýrisskipanina, men tá ið Roosevelt varð afturvaldur í [[1936]], fjaraði mótstøðan burtur.