Munurin millum rættingarnar hjá "Leyva"

Content deleted Content added
Tofts (kjak | íkøst)
No edit summary
No edit summary
Linja 21:
'''Leyva''' ('''Afrikonsk leyva'''), '''ljón''' ella '''løva''' (frøðiheiti - ''Panthera leo'') er eitt stórt [[rándýr]] av kattarætt.
 
=== Føroyskt Nevni= ==
 
Føroyska talumálsheitið fyri hetta djór kemur úr [[danskt mál|donskum]] (í veruleikanum [[týskt mál|týskum]]) "løve", '''løva''' á føroyskum. Í [[Gamla Testamenti]] í [[Bíblian|Bíbliutýðing]] J.Dahls (liðugt umsett av [[Kristian Osvald Viderø]]) verður gamla [[norrønt mál|norrøna]] heitið '''ljón''' nýtt, meðan í nýggja testamenti (ið [[Jákup Dahl]] týddi sjálvur) verður ein føroysking av "løva" til '''leyva''' nýtt. Í týðing [[Victor Danielsen]]s verður henda føroysking av løva til leyva eisini nýtt. Úrslitið er at vit hava trý heiti fyri sama djór ið verða nýtt hips um haps.
 
=== Atferð v.m.= ==
 
Afrikonsku kvennleyvur halda til í føstum samløgum og ansa ungunum hjá hvør aðrari. Ungarnir berjast í spølni, og soleiðis venja teir seg at veiða sjálvir. Leyvur taka nógv ymisk [[súgdjór]] á grasfløtunum, tær leggja til dømis eftir ungum [[Fílur|fílum]], [[Gnýur|gnýum]] og [[Giraffur|giraffum]]. Tær halda seg í bólkum, einar 5-40 saman. Har eru nakrar fáar kallleyvur og nógvar vaksnar kvennleyvur við ungum sínum.