Munurin millum rættingarnar hjá "Gongustjørnur"

Content deleted Content added
s Gongustjørna flutt til Gongustjørnur
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Solar_planets.jpg|thumb|right|220px|[[Sólskipanin]].]]
[[Jørðin]] er ein av níggju stórum og næstan rundum knøttum, sum snara um [[Sólin]]a. Knøttarnir eru '''gongustjørnur''': stórar kúlur av metali, gróti og gassblendingum, sum ganga í ringrás um eina stjørnu. Tær fimm, sum eru næstar okkum ([[Saturn]], [[Jupiter]], [[Mars (planet)|Mars]], [[Venus]] og [[Merkur]]) síggja vit við berum eygum. Tí vistu fólk í fornøld um tær.
 
Ikki fyrr enn teleskopið var uppfunnið í [[17. øld]], komu hinar gongustjørnurnar undan kavi, til dømis [[Uranus]] (í 1781), [[Neptun]] (í 1846) og [[Pluto]] (í 1930). Jørðin og allar hinar gongustjørnurnar ganga í eggklingrutari rás um Sólina, men tær snara eisini um seg sjálva. Tær lýsa ikki, men vit síggja tær, tá ið Sólin sær á tær. Kring fleiri teirra eru mánar. Um Jørðina ein, Pluto ein, Mars tveir, Neptun 8, Uranus 15, Jupiter 16 og Saturn 23. Seinastu árini hava rúmdarkanningar víst okkum, at helst er lív bara á Jørðini. Men mangar mió onnur [[Sólskipanin|sólkervi]] við gongustjørnum eru úti í alheiminum, og møguliga er lív onkustaðni.
 
{{Sólskipanin}}
 
[[Bólkur:Stjørnufrøði]]