Munurin millum rættingarnar hjá "Oklahoma"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 39:
Fyrstu fólk, ið settu búgv í Oklahoma, komu úr [[Asia]] fyri fleiri enn 12 000 árum síðan <ref>http://www.ou.edu/cas/archsur/flash/oklahoma.html</ref>. Tey eltu [[djór]]ini, ið tey veiddu. Sum frá leið livdu ættirnir í skipaðum samfeløgum. Fjaðrar vístu, hvussu raskur indiáni hevði verið í bardøgum. 1 vísti, at hann hevði dripið ein fígginda; 2 vísti, at hann hevði dripið ein fígginda og tikið hársvørðin við sær; 3 vísti, at hann hevði skorið ein fígginda á háls; og 4 bar boð um, at hann var sjálvur særdur í bardaga.
 
Í [[1541]] komu á fyrsta sinni fólk úr [[Spania]] til Oklahoma. Tey vildu hava lendi og hóttu soleiðis lívsgrundarlagið hjá [[Upprunaamerikanarar|upprunafólkinum]]. Indiánarnir í Oklahoma vóru ofta í bardaga við niðursetumenninar. Serliga í [[19. øld]] gjørdu indiánarnir mótstøðu, tá ið oklahomska stjórnin vildi hava teir burtur av leiðunum, har teir hildu til. Eftir harðligt stríð vóru indiánarnir fluttir í friðingarøki, landøki, ætlað teimum burturav. Teir 392 túsund [[Upprunaamerikanarar|indiánarnir]] <ref>http://www.census.gov/prod/2002pubs/c2kbr01-15.pdf</ref> í Oklahoma búgva nú í friðingarøkjum, sum teir sjálvir stýra. Fyri stuttum hava nógvar ættir gjørt um seg og vunnið sær eftur land, sum tær áður høvdu mist. Friðingarøkið hjá [[osaga]], størstu indiánaættini í Oklahoma <ref>Census of 2000, United States Census Bureau</ref>, er meira enn 5,966.80 km² í [[Osage County]].
 
=== Yvirgangsálop ===
Linja 49:
* [[John Michael Talbot]] (tónleikari, sangari, sangskrivari)
* [[Phil McGraw|Dr. Phil]] (sjónvarpsvertur)
 
== Keldur ==
<references/>
 
== Myndasavn ==