Munurin millum rættingarnar hjá "Upprunaamerikanarar"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 4:
Til um 1500 e.Kr. búðu bara indiánar í USA. Eftir ættunum var landið býtt í 6 øki. Niðursetufólkini trokaðu so við og við indiánarnar vestureftir og í ein útsynning, so at teir í 1890 búðu í nøkrum fáum, spjaddum friðingarøkjum. Indiánarnir, ið kunnu lesa søgu sína aftur til indiánsk fólkasløg, sum búðu í [[USA]], áðrenn niðursetufólkini úr [[Evropa]] komu hagar, eru nú bara 1,37 % av fólkinum <ref>http://www.census.gov/prod/cen2000/dp1/2kh00.pdf</ref>. Tað er umleið 2,47 mió. fólk. Nú á døgum eru indiánarnir í minniluta allastaðni í USA. Tey flestu búgva í [[Oklahoma]], [[New Mexico]] og [[Washington]] <ref>http://factfinder.census.gov/servlet/GRTTable?_bm=y&-geo_id=01000US&-_box_head_nbr=R0203&-ds_name=ACS_2006_EST_G00_&-format=US-30</ref>.
 
Nógvar ymiskar indiánaættir vóru í USA. Í landsynningspartinum í [[USA]] eru 554 indiánabólkar <ref>http://www.leg.state.or.us/cis/faq.pdf</ref>. Flestu teirra veiddu, veltu og fiskaðu. Ein teirra er [[Cherokee]]-indiánarnir]]. Teir eru nú 316,049. Hesin indianara bólkurin hevur í øldir búleikast í skóginum í [[Appalachiafjøll|Appalachia]] og livað av tí, sum skógurin gav. Móðurmálið er [[Cherokesiskt mál|Cherokesiskt]].
 
Hvør ættarbólkur hevði egið sjálvstýri, men í serligum felagsmálum, og tá ið trupulleikar tóku seg upp við aðrar ættarbólkar, varð prátað saman til trupulleikarnir vóru loystir. Indiánararnir kríggjaðust eisini javnan sínámillum - ikki um lendi, men at sýna dirvi. Kendar ættir eru til dømis comanche, cheyenne og sioux, sum búðu á grasfløtunum. Apache, pueblo og navajo búðu í Útsynningsamerika. Irokese, cherokee og huron búðu eystanfyri.