Munurin millum rættingarnar hjá "Miðjarðarhavslondini"

Content deleted Content added
Luckas-bot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: zh-min-nan:Tē-tiong-hái iân-hoāⁿ
No edit summary
Linja 2:
Tey lond, sum liggja fram við [[Miðjarðarhav]]i, kalla vit '''Miðjarðarhavslondini'''. Tey eru: [[Portugal]], [[Spania]], [[Italia]], [[Slovenia]], [[Kroatia]], [[Bosnia-Hersegovina]], [[Montenegro]], [[Albania]], [[Grikkaland]], [[Turkaland]], [[Kýpros]], [[Sýria]], [[Libanon]], [[Ísrael]], [[Egyptaland]], [[Libya]], [[Marokko]], [[Algeria]] og [[Tunesia]].
 
[[Miðjarðarhav]]ið hevur í mangar túsund øldir verið felags ogn hjá øllum teimum fólkum, sum búðu í Miðjarðarhavslondunum. Hesi fólk róðu út á hesum [[hav]]i, tey sigldu land úr landi á [[hav]]inum við farmi og til stuttleika, og tey funnu sær vinir og settu búgv hvør hjá øðrum. Tað var [[hav]]ið, sum knýtti tey saman. Hesi fólk hava frá fyrndartíðum havt so nógv felags áhugamál, at tey mangan hava kent seg sum eitt fólk. Og í langa tíð vóru tey eisini í einum ríki, sum hevði høvuðssæti í [[Róm]]. Ríkið var tí kalla [[Rómverjaríkið|Rómverska ríki]]. Tað er tí ikki so løgið, at fólkið í hesum londum mettu síni lond at vera øll [[jørðin]], og kallaðu [[hav]]ið, sum lá í miðjuni, [[Miðjarðarhav]]ið.
 
[[Bólkur:Landafrøði]]