Munurin millum rættingarnar hjá "Olympiskir leikir"

Content deleted Content added
Nýggj síða: thumb|right|250px|Olympiska merkið er fimm ringar, krøktir hvør í annan. Fjórða hvørt át senda flestar tjóðir síni bestu ítróttafólk t...
 
No edit summary
Linja 2:
Fjórða hvørt át senda flestar tjóðir síni bestu ítróttafólk til '''Olympisku leikirnar''' ('''OL''') at kappast. Fleiri enn 7.000 ítróttafolk eru við í umleið 25 ítróttagreinum. Nýggjar koma til og aðrar detta burtur. Fólk í millióntali sita við hús og fylgja við á sjónvarpsskríggja.
 
Tað vóru forngriksku Olympisku leikirnir fyri 2.000 árum síðan, sum birtu upp undir nútíðar leikir. Nútíðar Olympiskir leikir vóru á fyrstu sinni í [[AtenAthen]] í [[Grikkaland]]i í [[1896]]. Einstaklingar ella lið kappast, ikki tjóðir. Ongari tjóð ber til at vinna Olympisku leikirnar, og [[Altjóða Olympiska Nevndin]] (IOC) velur altíð ein bý at vera vertur og ikki eitt land. Ítastu kappingarfólkini vinna sær heiðursmerki í bronsu, silvuri ella gulli, men ikki pening.
 
Fornu Olympisku leikirnir vóru í fyrstuni havdir [[Zeus]]i til heiðurs. Teir vóru í [[Olympia]] frá 776 f.Kr. til 393 e.Kr. Í fyrstu leikunum var einans kapprenning, men seinni varð kappast í longdarlopi, diskoskasti, [[Nevaleikur|nevaleiki]], fimmdysti, [[renning]] og kapping við [[Hestur|rossi]] og stríðsvogni. Bara menn sluppu at royna seg ella at hyggja at. Kvinnurnar høvdu aðrar leikir at heiðra gudinnuna [[Heru]].