Munurin millum rættingarnar hjá "Montana"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 39:
=== Indiánarnir ===
[[Mynd:Charles_Marion_Russell_-_The_Custer_Fight_(1903).jpg|thumb|left|220px|Slagið um [[Little Bighorn]]. Sjálvbodnir ríða úr leguni og fara upp í eina fylking ella eitt krígslið hjá siouxkrígsmonnum.]]
Um miðju [[19. øld]] fóru vápnað niðursetufólk at byggja garðar á grasfløtunum í Montana, herurin í [[USA]] veitti teimum stuðul <ref>http://www.britannica.com/EBchecked/topic/546854/Sitting-Bull</ref>. Tey týndu bisonneytini fyri at rudda lendið. Í [[1859]] livdu milliónatals bisonneyt á fløtunum í Montana, men í [[1889]] vóru færri enn túsund eftir. Avleiðingarnar vóru, at [[Upprunaamerikanarar|indiánarnir]] høvdu hvørki mat ella bústað.
 
Teir vóru vorðnir óførir at skjóta av rossabaki eftir tað, at [[spania]]menn høvdu havt [[Hestur|ross]] og byrsur við sær til [[USA]] í [[16. øld]], og nú í [[1866]] noyddi siouxhøvdingin [[Red Cloud]] amerikonsk herlið burtur av veiðilendinum hjá siouxindiánunum. Við Little Bighorn í Suðurmontana í [[1876]] drupu siouxkrígsmenn hjá høvdingunum [[Sitting Bull]] og [[Crazy Horse]] 250 hermenn hjá [[USA]], heryvirmaður teirra var [[George Armstrong Custer]] <ref>http://www.astonisher.com/archives/museum/wm_slaper_little_big_horn.html</ref>. Men indiánarnir megnaðu ikki at verja seg, og øll mótstøða í Montana varð bard niður.
 
== Keldur ==
<references/>
 
== Sí eisini ==