Lat upp høvuðsmeny

Broytingar

5 bytes løgd afturat ,  8 ár síðan
Seinast í [[16. øld]] og [[17. øld]] flutti nógv fólk úr [[Bretland]]i, [[Frakland]]i og [[Niðurlond]]um til Virginia at leita eftir gulli og silvri, men tey flestu funnu einki. Í staðin máttu tey lívbjarga sær sum búnaðarfólk og dyrka landbúnaðarvøru, sum tey kundu flyta út til [[Evropa]]. Niðursetufólkini hildu eisini m.a. kalkunir, sum tey høvdu til [[Matur|matna]].
 
Summi niðursetufólk vóru reinleikabrøður (''puritanur''), sum royndu at fáa sær eina betri og friðarligari tilveru fjart frá [[Átrúnaður|átrúnaðarligum]] atsóknum í [[Evropa]]. Onnur vónaðu at gerast múgvandi av handli, og uppaftur onnur løgdu inn stórar tubbaks- og bummullarlundir. Í fyrstuni var friður og semja ímillum [[Upprunaamerikanarar|indiánar]] og niðursetufólk. Vinsælu indiánarnir hjálptu niðursetufólkunum at dyrka plantur, sum trivust, og tey skiftu vørur sínaámillum. Indiánar lótu [[Evropa|evropearum]] loðskinn aftur fyri byrsur, perlur og brennvín[[brennivín]].
 
Fyrstu [[Evropa|evropeisku]] niðursetumenninir bygdu sær einfaldar stokkastovur á teimum jarðum, teir høvdu ruddað. Uttan um búsetningarnar varð sett girðing at verja fyri veðrið og óbodnum gestum. Húsini vórðu smíðað úr viði, sum varð feldur í skóginum tætt við. Niðursetufólkini høvdu harðbalið lív og mong doyðu av sjúku og mattroti, og onnur settu til av kulda og møði.