Munurin millum rættingarnar hjá "Sjónleikur"

Content deleted Content added
Snævar (kjak | íkøst)
Linja 10:
Tað naturalistiska dramaið, sum var í hæddini í tíðarskeiðnum [[1870]]-[[1900]] og framvegis má sigast at vera tað, ið vit uppfata sum normurin, ið øll onnur leiklist verður mett eftir, byggir grundleggjandi á leiklistarfrøðiligu grundreglurnar í [[Grikkaland|grikska]] dramanum: Har ein høvuðspersónur, sum vit liva okkum inn í, har er ein søgugongd við eini innbygdari konflikt, sum verður spent upp, til hon umleið miðskeiðis í gongdini nær einum punkti, har tað ikki vendist aftur (point of no return), og síðani fylgir ein gongd, har hendingagongdin miðvíst fer ímóti einum enda, sum annað hvørt upploysir konfliktina (hollywood-modellið) ella førir til katastrofu fyri høvuðspersónin (tað siðbundna dramaið). Tann naturalistiski sjónleikurin er førdur víðari við filmslistini, har tað sonevnda hollywood-modellið fyri filmshandritaskriving í stóran mun nýtir grundbygnaðin í naturalistiska dramanum.
 
Sjónleikurin í nýggjari tíð hevur ment seg í nógvar ymiskar rættningar. Nógv moderna leiklist er kropslig og nærkast dansinum. Aðrir leiklistaformar leggja dent á tekst og eitt [[abstraktur|abstrakt]], ikki-naturalistiskt úttrykk.
 
[[20. øld]] hevur havt nógvar høvuðsstreymar innan leiklistina: Tann ekspressionistiski sjónleikurin (serliga [[Týskland]], [[Frakland]] og [[Eysturríki]] umleið [[1900]]-[[1920]]), tann episka leiklistin, sum var ein politisk manifestatión innan leiklistina ([[Erwin Piscator]] og [[Bertolt Brecht]], [[Týskland]] og [[USA]] [[1925]]-[[1950]]), absurda leiklistin ([[Frakland]] og [[Ongland]] [[1947]]-[[1960]], [[Samuel Beckett]], [[Eugene Ionesco]], [[Harold Pinter]] og [[Jean Genet]]) og tað fysiska teatrið ([[1955]]-[[1980]] [[Pólland]], [[Danmark]], [[Jerzy Grotowski]] og [[Eugenio Barba]]). Eitt annað týdningarmikið rák í vesturheiminum í [[20. øld]] hevur verið tey frælsu bólkateatrini, sum komu fram í [[1960-árunum]] og [[1970-árunum]], og sum arbeiddu fyri at fáa leiklistina úr teimum siðbundnu borgarligu sjónleikarhúsunum og út í samfelagið, og sum endurnýggjaðu leiklistina bæði hvat víðvíkti áskoðarafjøld, innihaldi, formi og arbeiðshátti. Hesir bólkar skaptu nýggj úttrykk við at spæla í øðrvísi rúmum og bróta niður bindingina pallur-salur.