Munurin millum rættingarnar hjá "Palestina"

Content deleted Content added
Linja 14:
Stórur partur av arábiska fólkinum varð noyddur at fara úr Palestina og mátti liva sum [[flóttafólk]] í [[Jordan]] og [[Libanon]]. Tí er mikil og áhaldandi fíggindaskapur ímillum [[ísrael]]smenn, palestinar og [[arábisku]] grannalondini. [[Ísrael]] hersetti bæði [[Jerúsalem|Eysturjerúsalem]] og [[Vestara Áarbakka]] í [[1967]], og [[Jerúsalem|Eysturjerúsalem]] er seinni lýstur [[ísrael]]skt øki. Altjóða samfelagið og palestinararnir hava fleiri ferðir funnist at [[Ísrael]], tí landið heldur fram við at byggja bústaðir í einum hersettu økjunum <ref>Le More, 2008, pp. 27–29.</ref>.
 
Hamas tók valdið í [[Gasageirin|Gaza]] í [[2007]]<ref>http://www.usatoday.com/news/world/2007-06-14-gaza_N.htm</ref>. Teir hava sent rakettir í hópatali inn yvir [[ísrael]]skar bygdir og sært og dripið nógvar [[ísrael]]ar hesi seinastu árini. Í [[2008]] vóru 3.200 rakettir og spreingivarparar send úr [[Gasageirin|Gaza]] inn í [[Ísrael]] <ref>http://www.nytimes.com/2009/10/09/world/middleeast/09israel.html?_r=1</ref>. [[Ísrael]] leyp á [[Gasageirin|Gaza]] í [[2008]]. Vápnaða deildin hjá [[Hamas]] segði í [[januar]] [[2009]], at hon misti "einans" 48 mans undir [[ísrael]]sku innrásini í [[Gasageirin|Gaza]]. [[Ísrael]] sigur hinvegin, at herurin drap meira enn 500 [[Hamas]]-limir í krígnum, sum byrjaði [[27. desember]] í [[2008]].
 
Tað er trupult at ferðast hjá teimum, ið búgva í Palestinskum øki. Tey fáa ikki loyvi at ferðast gjøgnum høvuðslufthavnina í [[Ísrael]], [[Ben Gurion Airport]]. Ístaðin mugu tey fara til ein flogvøll í [[Jordan]], og so flúgva haðani. Tað tekur teimum vanliga tveir dagar at ferðast frá [[Betlehem]] til flogvøllin í [[Jordan]]. Tað er eisini sera trupult við loyvum og tekur langa tíð at ferðast millum býir á palestinskum økjum. Næstan 200.000 palestinar í landbúnaðarøkum á [[Vestari Áarbakki|Vestara Áarbakka]] hava onga atgongd til rennandi vatn. Í [[Gasageirin|Gaza]] er millum 90 og 95 prosent av vatninum dálkað og óegnað til menniskju.