Munurin millum rættingarnar hjá "Steinbjørn B. Jacobsen"

Content deleted Content added
No edit summary
Setti mynd inn
Linja 1:
[[Mynd:Steinbjorn B Jacobsen a Faroese Writer.jpg|thumb|Steinbjørn B. Jacobsen í Ranhøll í [[Sandvík]] í mai 2011, tá bókin Grund 3 kom út.]]
'''Steinbjørn B. Jacobsen''' (f. [[30. september]] [[1937]] í [[Sandvík]]) er rithøvundur. Beint eftir [[realskúli|realprógvið]], sum hann tók á [[Tvøroyri]], fór hann til [[Grønland]]s við Yvonnu, ið var á línu- og snørisveiðu. Um heystið vóru teir á sild. Í januar mánaði [[1957]] fór hann til [[Ísland]]s. Var við útróðrarbáti um várið og snellubáti um summarið. Fór so við trolara um heystið og var við sama skipi fram til [[30. juni]] [[1958]]. Um jóltíðir var hann heima. Næmingur á 8 mánaða præparandflokkinum á Ask Háskúla uttan fyri [[Århus kommuna|Århus]]. Í [[1959]] byrjaði hann at læra til lærara á Den frie Lærerskole í Ollerup. Var sjálvstøðugur lærari í praktikktíðini á Osted Fri- og Efterskole [[1961]]/[[1962|62]], fimm mánaðir. Summarið [[1961]] tumlaði hann av [[Fyn|Fjóni]] til [[Ålesund]] og so heim til Føroya við norskum línubáti. Var eitt legg inni í [[Jotunheimen|Jotunheiminum]]. Summarið [[1962]] fór hann saman við fýra øðrum bilferð til [[Grikkaland]]s, støðgaði 8 dagar í [[Jugoslavia]], úr [[Grikkaland]]i við ferju til [[Italia|Suðuritalia]], og so aftur til [[Danmark]]ar. Telttúrurin vardi 43 dagar.