Munurin millum rættingarnar hjá "Ludvig Petersen"

Content deleted Content added
Nýggj síða: '''Ludvig Petersen''' er føddur 20. februar 1918 í Sandavági. Komin til mans var hann trý ár fiskimaður, fór so á Føroya læraraskúla og tók pr...
 
sNo edit summary
Linja 1:
 
'''Ludvig Petersen''' er føddur [[20. februar]] [[1918]] í [[Sandavágur|Sandavági]]. Komin til mans var hann trý ár fiskimaður, fór so á [[Føroya læraraskúla]] og tók prógv í [[1942]]. Hann var vikarur á [[Viðareiði]] [[1942]]-[[1943]], lærari á [[Selatrað]] og [[Morskranes]]i [[1944]]-[[1945]] og í [[Bøur|Bø]] og [[Gásadalur|Gásadali]] [[1945]]-[[1949]]. Árini [[1946]]-[[1947]] og 1947-[[1948]] var hann ársskeið á [[Danmarks Lærerhøjskole]]. Lærari á [[Tvøroyri]] [[1949]]-[[1951]] og við Millum- og Realskúlan í [[Tórshavn]], seinni [[Tórshavnar Kommunuskúla]], [[1951]]-[[1965]], harav varaskúlastjóri seinasta skúlaárið. Frá [[1. oktober]] í [[1965]] settur í starv sum landsskúlaráðgevi og frá [[1. august]] [[1979]] landsskúlastjóri. Hesi síðstnevndu størv hava havt við sær, at hann hevur sitið sum limur, ofta nevndarformaður, í óteljandi nevndum, ið lagt hava til rættis broytingar innan føroyska skúlaverkið.
 
Nevndarlimur hevur hann verið í [[Føroya Lærarafelag]] [[1956]]-[[1966]], harav formaður eina setu, og hann var blaðstjóri á [[Skúlablaðnum]] [[1956]]-[[1967]]. Í [[1963]] gav hann út bygdarsøguna "Sandavágs søga", og hann var við í tí arbeiðsbólki, ið legði til rættis roknibókarøðina til 1-7. skúlaár [[1965]]-[[1975]].
 
{{DEFAULTSORT:Petersen, Ludvig}}
 
[[Bólkur:Føroyingar]]