Munurin millum rættingarnar hjá "Föroya Bjór"

Content deleted Content added
Luckas-bot (kjak | íkøst)
s r2.7.1) (bottur leggur aftrat: is:Föroya Bjór
Mulder1982 (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Einar Waag.jpg|thumb|[[Einar Waag]]]]
 
'''Föroya Bjór''' er [[Føroyar|føroyskt]] øl úr [[Klaksvíkbryggjarí]]. Við meiri enn hundrað árum á baki er Föroya Bjór ein av teimum elstu fyritøkunum í [[Føroyar|Føroyum]]. Tá [[Símun í Vági]] fór til [[Danmark]]ar í [[1883]] at læra til bakara, lærdi hann samstundis at bryggja øl. Fimm ár seinni byrjaði hann sína egnu fyritøku. Eftir at hava arbeitt sum bakari, bryggjari, bóndi og reiðari í næstan 50 ár doyði hann 72 ára gamal í [[1935]]. Sonurin, [[Einar Waag]] eldri, sum eitt skifti var [[løgting]]smaður, tók yvir og bygdi bryggjaríið út fleiri ferðir, áðrenn hann fyri gott 30 árum síðani lat triðja ættarlið koma til.
 
Föroya Bjór røkir umleið 70 prosent av [[Føroyar|føroyska]] marknaðinum fyri pilsnarøl og 60 prosent av gulløli. Meiri enn onnur hvör sodavatn, ið verður drukkin í [[Føroyar|Føroyum]], kemur frá Föroya Bjór.